Tíðindi

TAKK

TAKK
Nú landið er í undantaksstøðu, vil eg sum forkvinna fyri limirnar í Heilsuhjálparafelag Føroya og heilsustarvsfólkum annars, senda eina tøkk til tykkum øll, ið taka sær av okkara eldru, sjúku og veiku borgarum. Tit eru gerandishetjurnar og tit veita trygd fyri, at samfelagshjólini ikki steðga. Tit hava ikki møguleika at arbeiða heimanífrá, og tí eru tit gull verd og samfelagið kann ikki vera tykkum fyriuttan.
Latið okkum onnur, ansa eftir okkara starvsfólkum, og gera eftir tilmælunum frá heilsumyndugleikunum. Latið okkum standa saman og halda frástøðu, fyri at verja starvsfólkini, tí tey røkju tær týdningarmestu uppgávurnar í landinum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna.
Vegleiðingin frá heilsumyndugleikunum er her:  www.corona.fo

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button