Væleydnað skeið í frontotemporal demens, í Smæruni í gjár.
Heilsuhjálparafelag Føroya skipaði fyri skeið í frontotemporal demens í Smæruni í gjár. Áhugin var sera stórur fyri skeiðinum, har Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt undirvísti.
Demenssjúkur er nakað, ið vit ið starvast ella hava starvast á eldraøkinum, kenna væl til. Frontotemporal demensur viðførur m.a. ofta stórar broytingar í persónsmenskuni og í evnunum at tosa.
Kendi sjónleikaran Bruce Willis, hevur júst fingið staðfest hesa herviligu sjúku, frontotemporal demens, bert 67 ára gamal. Sjúkan spyr ikki eftir hvør mann er ella hvat mann ger.
Frontotemporal demens er eitt felags heiti fyri eina demenssjúku, sum serliga rakar fremsta partin av stórheilanum, tað er enniblaðið og vangalepan.
Sjúkueyðkennini vísa seg við, at persónurin broytir atburð og eisini broytist málið ofta so líðandi. Øvugt sjúkugongdini við alzheimer, har minnið tíðliga verður ávirkað, kann innlæring og minnið vera gott leingi í sjúkugongdini við frontaldemens.
Heilsuhjálparafelag Føroya