NevndinTíðindi

Valynski: Løn eftir ábyrgd

Politiski myndugleikin eigur at økja um játtanir til eldraøkið kring landið, soleiðis at tey, sum starvast innan økið, fáa eitt lønarlyft, ið hóskar til ábyrgdina.

Heilsuhjálparar og hjálparfólk hava ábyrgd av at veita fakliga kvalifiseraða røkt til okkara eldru borgarar.
Menning á økinum krevur ein støðugan streym av nýútlærdum fólki við nýggjum fakligum tilfeingi. Betri lønar- og arbeiðsviðurskifti kunnu tryggja hesa menning.

Fram til løgtingsvalið fer Heilsuhjálparafelag Føroya at bera fram okkara ynski til politiska myndugleikan. Tey verða løgd her á heimasíðuna, og deild á Facebook.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button