Tíðindi

Vinstravongurin hevur svikið sínar frælsissjónir

Vónbrot í huganum. Stríðshug í hjartanum.

Hetta kennir Heilsuhjálparafelag Føroya, nú ið vit ota okkum longur og longur inn í árið 2024.

Í dag høvdu vit nevniliga aðalfund um alskyns álvarsmál. Hendan yvirlýsing okkara er sprottin úr fundinum, sum var hildin á Hotel Føroyum:

Politiskt varð lovað, at frá mai mánaði verður arbeiðsvikan hálvan tíma styttri. Men enn er einki uppskot um hetta komið í løgtingið. Vit trúgva ikki, at vikan verður stytt.

Sama politiska skipan gjørdi ein søguligan roknifeil í sambandi við lønarlyftið. Sambært lyftinum áttu limir okkara at fingið fleiri hundrað krónur afturat um mánaðin. Men fíggjarmálaráðið framdi ein roknifeil. Og feilurin bleiv ikki rættaður. Vit trúgva, at lønarlyftið verður partur av roknistykkinum hjá landsstýrinum, tá ið samráðingar verða næstu ferð.

Alt Føroya fólk hevur verið vitni til, hvussu Pedagogfelagið er hildið fyri gjøldur. Teirra lønarlyft er nettupp blivið vavt upp í sáttmálasamráðingar.

Eftir okkara tykki er tað ikki sørt kreativt av mótparti pedagoganna at siga, at orsøkin til vantandi útgjaldið av lønarlyftinum er ein tekniskur feilur. Fólk halda, at okkurt er galið við eini teldu! Men mótparturin hjá pedagogunum meinar allarhelst við, at tekniski feilurin er, at lønarlyftið ikki má verða sett í gildið, áðrenn nýggjur sáttmáli verður gjørdur! Alt fyri at fáa útgangspunktið fyri komandi lønarhækkingini at vera lønin, sum var galdandi áðrenn lønarlyftið!

Sanniliga eru vit ørkymlað av, at tað verður latið hánt um roknifeilir, og at mótpartar brúkar new speak fyri at dekka seg inn móti føroyskum fakfeløgum – og bara lata vera við at gjalda lovað lønarlyft! Tá ið mann sær, hvat okkum er fyri, og hvat til dømis Pedagogfelagið hevur upplivað, verður álitið millum lítið og einki. Samráðingar uttan álit eru einans eitt eiti.

*

Ímeðan økist frástøðan millum okkum, sum bona gólvini við sveittabrot, og hini, sum bara ganga á teimum.

Júst heimkomnar úr New York eru valdmiklar kvinnur í føroyskum politikki. Hesar kvinnur eru fyri størsta partin tingræðisliga grundarlagið undir sitandi samgongu. Flokkar teirra á vinstraveinginum eru í meiriluta.

Vit eru góð við ferðandi kvinnurnar, men áður hava vit hoyrt frá hesum somu “kvinnuflokkum”, at teir fara at syrgja fyri, at kvinnur á okkara fakøki sleppa at arbeiða fulla tíð. Men har hendir bara einki. Enn noyðast okkara lágløntu kvinnur at arbeiða niðursetta tíð.Í so máta er einki nýtt úr New York.

 

Hinvegin kunnu fólk uttan úr heimi koma til Føroya at arbeiða fulla tíð. Tað er enntá eitt krav fyri yvirhøvur at fáa starv sum útlendingur, at tú ikki arbeiðir minni enn ávíst tímatal. Vit gleðast um, at hesir útlendingar hjálpa Føroyum á ymsum økjum og strevast fulla tíð. Men tað sama má galda fyri okkara limir, ið ynskja at sleppa upp á fulla tíð.

*

Í sama sambandi órógvar tað Heilsuhjálparafelag Føroya, at fólk, ið eru lønt sambært okkara sáttmála, sleppa undan at vera limir hjá okkum. Tey gjalda einki til tað fakfelag, sum hevur skapað sáttmálagrundarlagið, og sum verjir tað við nevi og klóm.

Tað kallast fakfelagsfrælsi; hetta at sleppa undan at vera limur í einum ávísum fakfelag. Eisini hetta er new speak. Sokallaða frælsið at velja (frá) ger fakfeløgini veikari. Harvið verða láglønarbólkar sum frálíður verri fyri fíggjarliga og menniskjaliga. Teir verða minni frælsir av “frælsi”!

Tí er góð orsøk at óttast. Og tess størri orsøk at stríðast.

*

Samanumtikið eru nevndu trupulleikar í hesi yvirlýsing eitt yvirskipað vandatekn. Land okkara er á skeivari kós. Við líkasælu, hugsjónarligum hjartaloysi og lyftisbrotum eru vit farin at niðurlagað tað samhaldsfasta samfelagið. Og tey, sum hava slept endanum, eru fólk, sum umboða flokkarnar á vinstraveinginum.

Tað vónbrotið er næstan ikki til at bera!

Góðu føroyingar! Vit ynskja ikki eitt samfelag, sum danir kalla “hver mand for sig selv.” Vit ynskja eitt litfagurt, føroyskt fólkaheim, har øll verða vird á arbeiðsmarknaðinum. Eisini vit, ið eru krumtappurin.

Mary Antonsdóttir,

forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

 

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button