
Tíðindi
Vitjan av Landsorganisasjonen i Norge (LO)
Í døgunum 2. og 3. september vóru 52 fólk úr Landsorganisasjonen i Norge (LO) í Føroyum og vitjaðu. Millum tey vóru Roar Råken, fyrisitingarleiðari og Arvid Ellingsen, serráðgevi sum vóru við til at skipa túrin. Vitjanin var partur av einari ferð til Føroya, har endamálið m.a. var at fáa innlit í føroyska fakfelagslívið og føroyska arbeiðsmarknaðin.
LO, Landsorganisasjonen i Norge, er størsta fakfelag í Norra og hevur meira enn eina millión limir.
LO er skipað við fleiri fakdeildum, sum hava ymisk arbeiðsøki. Hetta ferðalagið arbeiðir í Avdeling for virksomhetsstyring, sum er ein serviceavdeiling, sum hevur til uppgávu at fáa organisatiónina hjá LO at koyra so væl og effektivt sum gjørligt. Deildin arbeiðir m.a. við umsiting, fíggjarviðurskiftum, starvsfólki og førleikamenning.
Heilsuhjálparafelag Føroya var á vitjan hjá LO í Norra í desember í fjør, og í samband við hesa vitjanina varð samband fingið við Roar Råken og Arvid Ellingsen. Teir hava síðani skipað fyri vitjanini til Føroya, og Heilsuhjálparafelag Føroya hevur hjálpt til við at leggja stórar partar av skránni til rættis.
Í samband við vitjanina fekk Mary Antonsdóttir, forkvinna, í lag, at løgmaður, Beinir Johannesen, og landsstýriskvinnan í almanna og búsaðarmálum, Margit Stórá, høvdu hvør sítt upplegg/framløgu fyri teimum. Afturat hesum hevði Mary Antonsdóttir sjálv eisini eitt upplegg um føroyska fakfelagslívið.
Í upplegginum greiddi Mary Antonsdóttir frá arbeiðinum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya og um føroyska fakfelagslívið. Hon kom m.a. inn á arbeiðið hjá felagnum fyri betran av lønar- og arbeiðstreytum, sáttmálum, ráðgeving og hjálp til limir. Afturat henni vóru Heri Reynheim, formaður fyri Havnar Arbeiðarafelag, og Jákup Eli Olsen, formaður fyri Føroya Lærarafelag, eisini við og høvdu hvør sína áhugaverda framløgu.
Harumframt varð komið inn á fleiri av teimum avbjóðingum, sum eru í Føroyum, og sum í stóran mun eru tær somu sum í hinum Norðurlondunum. Her var m.a. tosað um rekruttering, trupulleikan við, at fleiri og fleiri eldri borgarar verða í Føroyum, samstundis sum færri eru í arbeiðsførum aldri, og vaksandi tørvin á starvsfólki innan heilsu- og umsorganarøkið.
Mary Antonsdóttir var eisini við aftur dagin eftir, tá LO vitjaði í Løgtinginum. Har fingu tey ein rundtúr í Løgtinginum og høvi at síggja og hoyra um føroyska parlamentariska arbeiðið.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur eisini hjálpt við teimum praktisku viðurskiftunum í samband við vitjanina. Millum annað hevur felagið hjálpt við at bíleggja pláss til gestirnar at eta í Áarstovu og Hafnia, umframt til eitt serligt kvøld í Mettustovu, har Birgir Enni borðreiddi við føroyskum mati til tey.
Hendan vitjanin styrkir sambandið enn meira millum LO og Heilsuhjálparafelag Føroya, sum heilt vist er til gagns fyri báðar partar. Tað er áhugavert at fáa innlit í, hvussu eitt stórt fakfelag sum LO er skipað, og samstundis at kunna fortelja um, hvussu fakfelagsarbeiðið verður gjørt í Føroyum.
Vitjanin hevur eisini verið eitt gott høvi at deila royndir og tosa um ymiskar avbjóðingar, sum fakfeløgini arbeiða við. Hóast Føroyar og Norra eru ymisk í stødd, eru nógv av teimum viðurskiftunum, sum fakfeløgini arbeiða við, tey somu. Tí er tað virðismikið at hava eitt gott samband og kunna læra av hvørjum øðrum.
Heilsuhjálparafelag Føroya
























