Tíðindi

40 ára starvsdagur

 

Anna Elisabeth Krog hevði 40 ára starvsdag í gjár, 27. november 2019, har hon í tí sambandi hevði opið hús. Nógv fólk komu á gátt, at hátíðarhalda dagin saman við henni og familjuni. Anna Elisabeth hevur starvast á eldraøkinum í 40 ár, og var tað stuttligt at heilsa uppá hana og eftirlitskvinnuna, Sannu Petersen, ið setti hana í starv fyri 40 árum síðani.

Anna Elisabeth byrjaði at starvast í Sandoy, men seinastu nógvu árini, hevur hon starvast í Tórshavnar kommunu, har hon hevur fjálgað um tey gomlu í góðum og tungum tíðum og verið um tey, tá teirra tímaglas var um at renna út. Hon var har við sínum troystandi orðum, vinarliga smíli og upplyftandi atburði.
Heilsuhjálparafelag Føroya vil enn einaferð ynskja Anna Elisabeth hjartaliga til lukku við hátíðardegnum.

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button