Tíðindi

Álitisfólkaskeið var í húsum felagsins 25 nov.

Álitisfólkaskeið var í húsum felagsins 25 nov.

Kára Bjarnadóttir Jakobsen undirvísti um retorik. Evnini vóru: Argumentatión, hvat er eitt gott argument?
Hvussu lesa vit av argumentatiónina hjá mótpartinum? Hvussu argumentera vit væl? Hvussu gera vit tekstin greiðan og móttakaravinarligan? Framburð og tala, hvussu beri eg meg sannførandi fram? Hvussu fái eg sagt tað, sum eg vil hava fram?
Ein sera viðkomandi og upplýsandi undirvísing. Gott samskifti er tað týdningarmesta amboðið hjá álitisfólkum, nevnd og annars øllum, har samskifti er ein týðandi leiklutur í arbeiðinum.
Jóladøgurðin var frá Anni’sa gómakrás og var hann sera vælsmakkandi, við kjøti úr Syðradali.
Aftaná døgurðan, vórðu jólagávurnar til limirnar býttar út til álitisfólkini, saman við stóru kalendarunum frá felagnum. Teir smærru kalendararnir koma seinni í ár, ið vit hava fingið frá Norðoya Sparikassa.

Í summar var álitisfólkaval, og vóru nøkur nýggj andlit at síggja í gjár, og ynskja vit teimum góða eydnu við nýggja álitisstarvinum.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button