Tíðindi

Tá hin sætta frívikan bleiv burtur

Síðan eg gjørdist forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, havi eg sett mær sum mál at vitja øll arbeiðspláss í Føroyum, har limir í felagnum starvast. Í samband við hesar vitjanir, fái eg sjálvandi nógvar spurningar um starvsfólka- og lønarviðurskiftir og mangt annað.

Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya í kvøld. Hon vísir eitt nú til ein spurning, hon fekk, tá hon vitjaði á einum heimi í Tórshavnar kommunu í byrjanini av 2018.

Her fekk eg spurningin, um tímalønt ikki hava rætt til 6. fríviku. Eg greiddi frá, at eftir sáttmálanum eiga tímalønt 6. fríviku, um tey hava verið tríggjar mánaðir í starvi. Starvsfólkini søgdu seg onga 6. viku hava fingið útgoldna øll tey seinastu nógvu árini, hóast tey høvdu gjørt vart við hetta hjá sínum leiðara fleiri ferðir, tó uttan úrslit.

Mary Antonsdóttir sigur, at hon í samband við henda spurning ringdi á lønardeildina í Tórshavnar kommunu. Hetta var í januar mánaði. Hon spurdi, hví tímalønt starvsfólk ikki fingu útgoldið sína 6. viku.

Eg tosaði við Elsu Johannu Høgenni, starvsfólkaleiðara og fekk sum svar, at hon skuldi kanna málið og venda aftur. Tað gekk ein vika, so ringdi eg aftur, og tá var svarið, at útgjaldið skuldi koma fyrst í mai. Tað kundi ikki blíva fyrr, tí talan var um nógv tímalønt starvsfólk í Tórshavnar kommunu. Talan var um stórar upphæddir, og málið mátti leggjast fyri fíggjarnevndina.

Í Tórshavnar kommunu søgdu tey, at núverandi forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya var hin fyrsta, sum hevði vent mær til starvsfólkadeildina hesum viðvíkjandi.

Eg bað hana bara syrgja fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, og tað lovaði hon. Eg ringdi so aftur fyrst í mai og spurdi, hvussu gekk við málinum. Nú fekk eg at vita, at líka so skjótt, sum tann vanliga frítíðarlønin var avgreidd, so skuldi 6. vikan útgjaldast, soleiðis at øll, sum hava eitt aktivt p-tal, fáa upphæddina rindaða.

Mary Antonsdóttir vísir á, at upphæddirnar, sum talan er um, liggja úr 100 krónum og upp í 10.000 krónur. Tey, ið eru flutt av landinum, mugu sjálvi gera vart við seg hjá Tórshavnar kommunu og seta seg í samband við Taks og aktivera sítt p-tal fyri at fáa peningin, tey eiga tilgóðar.

Elsa Johanna Høgenni sigur víðari, at tey bert kunnu rinda starvsfólkunum fimm ár aftur í tíðina, men Heilsuhjálparafelagið fer at kanna, um møguleiki er at fara longur aftur enn tey fimm árini, soleiðis at limirnir fáa tað, tey hava krav uppá, hóast fyrningarfreistin er fimm ár, sigur Mary Antonsdóttir.

Mary Antonsdóttir, forkvinna.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button