Tíðindi

Fundur við Landsstýrismannin Djóna Nólsøe Joensen!

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið á fundi við Djóna Nolsøe Joensen landsstýrismann í Barna og útbúgvingarmálaráðnum í dag.
Evnið til fundin, var úr samgonguskjalinum: ”Arbeitt verður fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving.”.
Fundurin var sera góður og konstruktivur. Tosað var um hvussu leisturin kann fara at síggja út, men allir avvarðandi partar mugu vera við í endaligu niðurstøðuni og gongd er í málinum.
Tað eru eftirhondini 4 ár síðani, at Heilsuhjálparafelagið var á fyrsta fundi við avvarðandi myndugleika um løn til heilsuhjálparanæmingar. Við skiftandi samgongum, dettur ofta nógv á gólvið, tá nýggj landsstýrisfólk koma til.
Men tosað var um, at hyggja eftir tí arbeiði sum longu er gjørt og møguliga byggja víðari á tað.
Vit vænta og vóna at nakað ítøkiligt kemur á borðið í næstum.
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button