Tíðindi

Skrivari

Rósely Reynstind  er sett í starv sum skrivari í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Rósely er 57 ár og ættað úr Miðvági. Hon er útbúgvin skrivstovukvinna og hevur drúgvar og fjøltáttaðar royndir í umsitingarligum, umboðandi og fyriskipandi uppgávum.

Við royndum sum skrivari, bókhaldari, málsviðgeri, er Rósely væl skikkað til starvið hjá felagnum.

Vit í Heilsuhjálparafelag Føroya ynskja henni hjartaliga vælkomna og ynskja henni hepna hon í arbeiðinum.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button