
Tíðindi
Álitisfólkaskeið
Í dag hava álitisfólkini verið á skeiði á felagnum.
Birita Jacobsen, umsitingarleiðari í Pedagogfelagnum og Bára Sólheim Guttesen, málsviðgeri, hava undirvíst í áhugaverdum hjásiti-skeiði. Her hava vit millum annað fingið undirvísing í torføru samrøðuni, ósemjuhandfaring, samskifti og fyrireiking.
Seinni á degnum, greiddi forkvinnan í Heilsuhjálpararfelagnum frá støðuni í samráðingunum um nýggjan sáttmála. Tosað var um, at tað ikki er nøktandi, at eingin semju er í eygsjón og hvørjir møguleikar og stig eru at taka.












