Aðalfundurin 24. juni 2020
Ùtsetti aðalfundurin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya varð hildin 24. Juni 2020 á Hotel Føroyum.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, Halla Klein og Sunniva Simonsen og stillaðu hesir ikki upp aftur.
Tvey uppskot vóru til nevndarsess og hesi blivu vald uttan atkvøðugreiðslu: Svenn Martinsson heilsuhjálpari, ið starvast á Boðanesheiminum og Ragnhild Rasmussen hjálparfólk, ið starvast á Tjarnargarði.
Tiltakslimir vórðu valdir: ElsaMaria Helmundsdóttir Højgaard og Andrea Kjeld, báðar starvast á Ellis og Røktarheiminum í Runavík.
Mary Antonsdóttir, forkvinna stóð fyri vali. Einki mótvalevni var, tískil varð hon afturvald uttan atkvøðugreiðslu.
Nevndin legði uppskot fyri aðalfundin um viðtøkubroyting av fráboðanarfreist og -formi, ið ikki kunnu gerast uttan aðalfundarsamtykt. Uppskotið varð einmælt samtykt.