Tíðindi

Skrá fyri aðalfundin 24. juni 2020 kl. 13.00 á Hotel Føroyum

Frá Heilsuhjálparafelag Føroya

Útsetti aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum, mikudagin tann 24. juni kl. 13.00

Í steðginum fæst kaffi og køka

Tá fundurin er lokin, bjóða vit lætt ábit.

Dagsskráin fyri ársaðalfundin er henda:

Val av fundarstjóra

Frásøgn um virki felagsins í farna ári.
Grannskoðaður roknskapur leggjast fram til góðkenningar.
Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
Møguligt formansval.
Ásetan av limagjaldi.
Ásetan av løn til formann, og samsýning til nevndarlimir.
Møguligar lógarbroytingar.
Møgulig uppskot frá limum og nevnd.
Val av grannskoðara
Ymiskt.

Í ár er formansval á skránni, eitt uppskot er komið inn, og er tað Mary Antonsdóttir verandi forkvinna, og heldur hon tí fram sum forkvinna, uttan atkvøðugreiðslu.

Fyri at halda heilsufakligu tilmælini um frástøðu, er neyðugt við tilmelding á hhff@hhff.fo

Seinasta freist at melda til aðalfundin er mikudagin 17. juni kl. 16.00.

Nevndin.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button