Tíðindi
Álitisfólkaskeið februar 2012
Týsdagin 28. februar 2012, kl. 09.00, verður tað seinna skeiði við evninum “Tann trupla samrøðan” hildið fyri álitisfólkunum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, í húsum felagsins, Fríðriks Petersensgøta 7, 100 Tórshavn.
Skeiði verður hildið av Johannu Andreasen og Bergtóru Høgnadóttir.
Fyrri skeið dagurin var hildin 7. desember 2011.
Álitisfólkini eru umleið 26 í tali. Tey eru millumlið millum limirnar og Heilsuhjálparafelag Føroya.