
Tíðindi
Ársaðalfundur 2012
Góðu limir!
Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, leygardagin tann, 31. Mars 2012, kl. 13.00.
Fundurin verður hildin á Hotel Føroyum.
Skrá sambært viðtøkunum.
Formansval verður og skulu uppskot til formansvalið verða felagnum í hendi í seinasta lagi, tann 17. mars 2012, kl. 16.00.
Formaðurin og tveir nevndarlimir standa fyri vali.
Skráin til ársaðalfundin er hendan:
- Val av fundarstjóra
- Frásøgn um virksemið felagsins í undanfarna ári.
- Grannskoðaður ársroknskapur fyri 2011, verður framlagdur til góðkenningar.
- Ásetan av limagjaldi.
- Ásetan av løn til formann, kassameistara og skrivara, umframt samsýning til nevnd.
- Mál, ið nevndin ella limir vilja hava til viðgerðar.
- Ymiskt.
Døgurði verður eftir fundin
Ferða endurgjald verður goldin beint eftir ársaðalfundin, til tær, ið koma av bygd.
Møti fjølment
Nevndin