
Tíðindi
Samhugaverkfall í 24 tímar
Heilsuhjálparafelag Føroya, lýsir við samhugaverkfall í 24 tímar frá hósmorgun 16. februar kl. 07.00 til fríggjamorgun 17. februar kl. 07.00 fyri limir okkara sum arbeiða úti í økjunum í heimatænastuni.
Røktarheim og eldrasambýlir eru undantikin.
Samhugaverkfallið umfatar allar limir sum arbeiða úti í økjum í Heimatænastuni.
Frælsi samráðingarhátturin skal virðast.
Vit góðtaka ikki at, sáttmálasamráðingar og skattaviðurskifti verða samantvinna
Feløgini vilja hava eina munandi lønarhækking til allar limir og veita vit Føroya Pedagogfelag okkara fulla stuðul í stríði teirra.
Nevndin