
Tíðindi
ÁLITISFÓLKINI STUÐLA NEVNDINI
Seinnapartin vóru álititisfólkini í Heilsuhjálparafelag Føroya á fundi á felagnum, har forkvinnan greiddi frá um støðuna í sáttmálasamráðingunum, eftir at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í síðstu viku legði fram eina langa røð av krøvum, um at heilsuhjálparar skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri.
Uppskotið varð lagt fyri álitisfólkini, og hesi sluppu síðani til orðanna. Fundurin vísti, at har er fullur uppbakningur fyri støðuni hjá nevndini, ið hevur steðgað samráðingunum.
Uppskotið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er sera víðfevnt í sínum krøvum. Ikki nokk við, at uppskotið í stóran mun ger, at heilsuhjálparar sjálvir skulu gjalda fyri sína lønarhækking, tað ger seg inn á fleiri grundleggjandi rættindi hjá felagið og limum. Har eitt nú tey lægst løntu skulu missa nógv.
Við dygga stuðlinum frá álitisfólkunum kennir nevndin seg enn tryggari í síni støðu. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eigur næsta leik, ið má vísa, um nakað grundarlag er fyri at samráðast víðari.
Heilsuhjálparafelag Føroya