
Tíðindi
Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fara nú aftur til samráðingarborðið
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur gjørt uppskot til semju, og verða samráðingarnar tiknar uppaftur fríggjadagin.
Heilsuhjálparafelag Føroya fór frá samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 13. februar, tí felagið kundi ikki góðtaka krøvini í uppskotinum frá KAF.
Samráðingarfundurin vardi bert í 20 minuttir.
Feløgini høvdu frammanundan samráðst í fýra mánaðir.
– Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri. Tí steðgaði eg fundinum, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Heilsuhjálparafelagið hevur nú gjørt uppskot til semju, sum er latin Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, og partarnir hava avtalað fund fríggjadagin klokkan 10.
heilsuhjalparafelagid-og-kaf-fara-nu-aftur-til-samradingarbordid