Tíðindi

Almennur fyrispurningur til løgtingslimir okkara: Stytta arbeiðsvikan, hvar bleiv meirilutin av?

Tórshavn, 24. februar 2026.
Á felags nevndardegi hjá Fakfelagssamstarvinum, 13, februar 2026, bleiv spurningurin:
Nær verður arbeiðsvikan stytt við lóg, enn eina ferð viðgjørdur.Nú valskeiðið er farið at halla, kenna bæði fundarfólk og limir í fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum seg sviknan av samgonguni, sum ikki hevur hildið sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Undan seinasta løgtingsvali, so var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal
styttast við lóg.
Ført var fram, at tað, at stytta arbeiðsvikuna við lóg var alneyðugt, fyri at betra umstøðurnar hjá føroyska arbeiðstakaranum.
Politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram, at stytta arbeiðsvikan fór
at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar,
bæði børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman, og harvið betra um trivnaðin í øllum samfelagnum.
Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyftið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg,
varð innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinum.
Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.
Enn er arbeiðsvikan ikki stytt við lóg. Fakfelagssamstarvið má tíverri staðfesta, at sitandi samgonga ikki hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum varð givið arbeiðstakarunum.
Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi løgmaður, Aksel Johannesen, alment hevur boðað frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.
Tí spyrja vit, hvar bleiv meirilutin av?
Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið?
Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg?
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Akademikarafelag Føroya
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærararafelag
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button