Tíðindi

Pensjónsmálið ger okkum ótrygg

Føroyski løntakarin skal hava tryggar karmar um pensjónina – bæði tá tað ræður um pensjónsaldurin og pensjónsuppsparingina, tí eiga Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn at halda seg til kontraktina, sum var gjørd við arbeiðsmarknaðin um pensjónina í 2017.

Kontraktin var sett í verk í samráð við fakfeløgini, fyri at geva løntakaranum tryggar karmar at innrætta seg eftir. Nú má politiska skipanin gevast við at spæla við pensjónina og pensjónsaldurin, tí tað ger okkum ótrygg og undirgrevur álitið á politiskar langtíðarsemjur.

Núverandi uppskot hjá samgonguflokkunum um pensjónsaldurin vil geva løgtinginum heimild at hækka pensjónsaldurin uttan nakað mark. Løgtingið hevur longu hækkað pensjónsaldurin við einum hálvum ári fimta hvørt ár – og tað er nokk!

Skal føroya fólk stúra fyri, at politikararnir aftur og aftur fara at hækka pensjónsaldurin í óðum verkum – bara grundað á ivamál um búskaparligt haldføri – og at taka rættin frá teimum til egnar pensjónspengar?

Um pensjónsaldurin hækkar, verða tað enn fleiri, ið verða noydd at gevast í arbeiðslívinum, áðrenn tey náa pensjónsaldur. Fakfeløgini síggja, hvussu nógvir limir missa vinnuførið.

Heldur enn at hækka pensjónsaldurin, átti samgongan at gjørt íløgur í starvsfólkini, so fleiri halda til eitt langt arbeiðslív og ikki gerast óarbeiðsfør.

Samgongan tekur rættin til pensjónspengar frá føroyska løntakaranum

Enn einaferð leggja politikarar eftir pensjónini hjá føroyska løntakaranum. Nú eru tað Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.

Verður uppskotið at hækka pensjónsaldurin samtykt, missir vanligi føroyingurin ikki bara rættin til útgjald frá almennu veitingunum frá samhaldsfasta og grundupphæddini í eitt áramál, men eisini rættin til útgjald frá síni egnu uppspardu pensjón. Tá pensjónsaldurin hækkar til 68 ár í 2030, má ein bíða í eitt hálvt ár afturat, fyri at sleppa fram at síni pensjónsuppsparing.

Løntakarin rindar sjálvur til egna pensjónuppsparing, og tí eigur løntakarin rættin at ráða yvir egnum peningi.

Um pensjónsaldurin hækkar trý ár, tekur samgongan rættin til 1.106.748 krónur frá einum miðalløntum løntakara, sum hann annars hevði fingið útgoldið frá eginpensjón, fólkapensjón og samhaldsfasta. Afturat hesum skal hesin løntakarin arbeiða trý ár afturat og gjalda 456.249 krónur í inntøkuskatti, avgjøldum og pensjónsforskatting.

Dømi um útgjald frá eginpensjón, fólkapensjón og samhaldsfasta

Mánaðarløn 1 ár 3 ár
tá arbeiðsvorkin Egin Fólka- Samhalds- íalt Egin Fólka Samhalds íalt
pensjón Pensjón fasti Pensjón Pensjón fasti
10.000 66.700 118.356 44.460 262.516 200.100 355.068 232.380 787.548
20.000 133.200 105.056 44.460 315.716 399.600 315.168 232.380 947.148
30.000 199.700 91.756 44.460 368.916 599.100 275.268 232.380 1.106.748
40.000 266.200 78.456 44.460 422.116 798.600 235.368 232.380 1.266.348
50.000 332.700 65.156 44.460 475.316 998.100 332.380 232.380 1.425.948

Talvan vísir útgjald frá egnari pensjónsuppsparing, fólkapensjón (grundupphædd og viðbót), har hædd er tikin fyri møguligari mótrokning, og útgjald frá samhaldsfasta árliga og íalt í 3 ár.

Í útrokningunum verður sagt, at eginpensjón er øll forskattað, og at av pensjónsuppsparingini verður 45% goldið út sum lívrenta og 55% verður goldið út sum lutapensjón.

Skattur er ikki roknaður av fólkapensjón og samhaldsfasta, tí roknistykkið skal vísa, hvat borgarin missir av egnari pensjón og hvat landskassin og AMEG spara í útgjaldi við hækkaðum pensjónsaldri.

Dømi um inntøkuskattur, avgjøld og pensjónsforskatting

1ár 3ár
Mánaðarløn Inntøku- Avgjøld Pensjóns- Íalt Inntøku- Avgjøld Pensjóns- Íalt
skattur forskattur skattur forskattur
10.000 25.663 10.608 4.320 40.591 76.989 31.824 12.960 121.773
20.000 67.147 17.040 8.928 93.115 201.441 51.120 26.784 279.345
30.000 111.331 23.472 17.280 152.083 333.993 70.416 51.840 456.249
40.000 161.515 29.904 23.040 214.459 484.545 89.712 69.120 643.377
50.000 216.199 36.336 28.800 281.335 648.598 109.008 86.400 844.005

Talvan vísir, hvat løntakarar við ymiskari mánaðarløn rinda í inntøkuskatti, avgjøldum og pensjónsforskatti árliga og íalt í 3 ár.

Í útrokningini er miðal kommunuskattaprosent á 19,97% nýtt. Avgjøldini fevna um AMEG-gjald, barsilsgjald, ALS-gjald, kringvarpsgjald og heilstrygdargjald.

 

 

 Við fakfelagskvøðu

Heilsuhjálparafelag Føroya

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Føroya Pedagogfelag

Føroya Lærarafelag

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Akademikarafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button