Tíðindi

Arbeiðsætlan og ørkymlaði starvsfólk!

Eg verði javnan uppringd av ørkymlaðum limum, ið kæra sína neyð um “skeivar” vaktir, tí eingin er at ansa teirra børnum og kenna hesi seg trýst til at siga seg úr starvi av somu orsøk.

Tað er leiðarin ið leiðir og fordeilir arbeiði. Fakfelagið kann ikki blanda seg uppí leiðslurættin, uttan so, at vaktirnar eru broyttar, tá arbeiðsætlanin er gjørd.

Men eg seti meg altíð í samband við leiðslurnar, tá limirnir venda seg til mín og komi við eini vinarligari áheitan, um møguleiki er fyri, at ganga ynskjunum hjá limunum á møti.

Í flestu førum verður sagt, at leiðslan ger alt hon er ment, og roynir at taka atlit til gerandisdagin og hvørji ynskir ið limirnir hava.

Men so eru tað tey ið svara mær, at tað kann ikki ganga útyvir hini starvsfólkini, at hendan og handan bert kann taka dagvakir.

Vit eru ein fiskivinnutjóð og tað merkir at trygdarnetið er óstøðugt hjá nógvum av somu orsøk. Øll hava ikki ommur og abbar, at taka sær av børnunum, meðan mamman er á vakt.

Tey støku foreldrini hava sama trupulleika, eingin er at ansa børnunum, eftir at vøggustovan/barnagarðurin eru stongd.

Vit merkja næstan dagliga, at starvsfólkatrot á eldraøkinum er ein veruleiki og fleiri og fleiri starvsfólk arbeiða dupultar vaktir, tí vaktir ikki verða dekkaðar. Hava vit so ráð til, at missa hesi starvsfólkini?

Tað eru tey ungu, ið eru okkara framtíð. Tá kvinnur í burðardyggum aldri fáa børn, skal tað ikki verða nøkur forðan, at verða á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal takast atlit til tey hesu fáu ár.

Nógv tann størsti parturin eru kvinnur ið starvast á eldraøkinum, tískil mugu og skulu vit gera teirra umstøður liviligar, so tær fáa røkt sítt starv, meðan børnini eru smá.

Vit kunnu ikki bert dúva uppá tað eldra ættarliðið, tí tey fella frá av nattúrligum ávum.

Tvey hold av heilshjálparum fáa prógv á hvørjum árið. Spurt verður ofta, hvar blíva øll hesi starvsfólkini av?

Nøkur lesa víðari til heilsurøktara, men fleiri fara í onnur størv, har tey fáa sín gerandisdag at hanga saman.

Hesi kundu vit fingið aftur í eldraøkið, um atlit varð tikið til tey.

Ein møguleiki kundi verði, at mann søkti eftir dagvaktum,kvøldvaktum ella náttarvaktum, so starvsfólk fingu tær vaktir, ið passa til teirra gerandisdag.

Burtursæð frá vantandi barnaansingini, so trívast øll ikki at arbeiða um náttina, meðan nøkur elska náttarvaktir.

Ein annar trupulleiki eg síggi, tá eg lesi starvslýsingar, at í summum førum, verður søkt eftir dagvaktum til ein ávísan fakbólk og tað merkir so, at hinir fakbólkarnir fáa enn fleiri skeivar vaktir. Tað elvir sjálvandi til misnøgd og mistrivna.

Tað eru fleiri nýggir hættir at gera arbeiðsætlan. Hví ikki keypa eina online skipan, har starvsfólkini sjálvi leggja sínar vaktir og leiðarin bert stendur eftir við 5 til 10 % av vaktum, ið hann so skal fordeila?

Tað elvir til størri nøgdsemi og trivna, har starvsfólk hava ávirkan á sín gerandisdag.

Trupulleikar eru til at loysa og hesir trupulleikar/avbjóðingar kunnu loysast við góðum og virðiligum samskifti, eldraøkinum at gagni.

Mary Antonsdóttir,
forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button