Tíðindi

Ársaðalfundur við metluttøku

Ársaðalfundur felagsins varð hildin leygardagin 2. mars 2019 á Hotel Føroyum. Metluttøka varð til aðalfundin og vórðu umleið 240 limir møttir og tað er fyrstu ferð í søgu felagsins.

Felagið verður 40 ár 26. mei 2019 og varð tað gjørt eitt sindur eyka burturúr aðalfundinum.

Forkvinnan greiddi frá, um nýggju pensiónsavtaluna ið er gjørd við Betri Pensión. Nú hava limirnir fingið eina avbera góða avtalu og tað er at fegnast yvir. Nýggja avtalan liggur úti á nýggju heimasíðuni.

Tikið bleiv samanum serstøku frívikuna, ið øll tímalønt starvsfólk í Tórshavnar kommunu ikki høvdu fingið útgoldið síðan 1. apríl 2006. Ikki fyrrenn forkvinnan gjørdi vart við seg á starvsfólkadeildini, tá kom gongd á útgjaldingina. Enn vanta tey tímaløntu ið arbeiða kvøld og náttarvaktir, at fáa fyri 6. vikuna. Tað arbeiðið er farið í gongd manuelt og fer at taka eitt sindur av tíð.

Í ársfrágreiðingini varð greitt frá, at felagið fór at fáa eina nýggja og meiri brúkaravinarliga heimasíðu og vóna vit at hon verður nógv vitjað.

Fjórðahvørt ár er val til Útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingar og er forkvinnan vald sum nýtt umboð og Ása Olsen sum varaumboð.  Sjey limir eru í ráðnum.

Felagið hevur givið nýggjan faldara út, ið lýsir dagligdagin hjá heilsuhjálparum og er hann ein liður í sjónliggerðini av okkara limum.

Felagið leggur stóran dent á, at bjóða fjølbroytt skeiðsvirksemi til sínar limir. Tað er av alstórum týdningi, at hesi verða førleikament, so tey eru væl ílatin til ymsu avbjóðingarnar á arbeiðsplássinum og at fakliga vitanin hækkar.

Felagið er í holt við at gera eina kanning ið skal lýsa starvsfólkatørvin í framtíðini og verða limirnir uppringdir so hvørt og spurdir nakrar spurningar.

Limirnir vórðu kunnaðir um, at felagið fer at leggja viðtøkubroytingar fyri limirnar til komandi aðalfund, um framyvir at atkvøða talgilt til nevndar og forkvinnuval. Verður tað samtykt á aðalfundinum, so verður tað í 2021, at til ber at velja talgilt.

This slideshow requires JavaScript.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close