Tíðindi

Ársaðalfundur 18. apríl 2020

Hervið verður boðað til ársaðalfund á Hotel Føroyum leygardagin 18. apríl 2020, kl 15.00

Kaffi/te og køka verður at fáa frá kl 14.30

Skráin til ársaðalfundin er hendan:
• Val av fundarstjóra
• Frásøgn um virksemi felagsins í undanfarna árið
• Grannskoðaður ársroknskapur fyri 2019, verður framlagdur til góðkenningar
• Val av tveimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum
• Møguligt formansval
• Ásetan av limagjaldi
• Ásetan av lønt til formann, umframt samsýning til nevndarlimir
• Møguligar lógarbroytingar
• Møgulig uppskot frá limum og nevnd
• Val av grannskoðara
• Ymiskt

Uppskot til aðalfundin, skulu verða nevndini í hendi, í seinasta lagi 4. apríl kl 12.00
Ferðaendurgjald verður goldið, til tey ið koma av bygd.

Tíðarætlanin til ársaðalfundin:
Kl.14.30 Kaffi/te og køka, stendur á buffet
Kl.15.00 Fundur byrjar
Kl 16.15 Steðgur við smoothies
Kl 17.00 Katrina í Geil, designari. Feilkeyp og kropsskap.
Kl 18.00 Steðgur við brúsandi víni.
Kl 18.30 Forrættur- Hummarasúpan, súrrómi og stórar miðjarðarhavsrækjur
Høvuðsrættur- Linstokt lambssneið, rótamorl, bakað gularót, ertraskot og kryddepli
Dessert- Pannacotta, coulis og sjokolátakøka.
Sodavatn, vatn og vín adlibitum til borðhaldið.
Kaffi og te afturvið dessertini
Kl 20.00 Tónleikur við Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen

Vit kunnu í ár bjóða luttakarunum gisting á Hotel Føroyum, har avsláttur er 25% av dagsprísi fyri bæði einkult og dupult kamar. Bæði íroknað morgunmat.
Bíleggingin skal verða gjørd umvegis heimasíðuna hjá Hotel Føroyum www.hotelforoyar.fo

Tilmelding til sjálvan aðalfundin, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 14. apríl kl 12.
Tilmelding er umvegis teldupost: hhff@hhff.fo ella 317725 og eisini umvegis álitisfólkini.

Møtið fjølment!
Vegna nevndina í Heilsuhjálparafelag Føroya
Mary Antonsdóttir, forkvinna.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button