
Demensdagar í Keypmannahavn
ElsaMaria Helmundsdóttir Højgaard úr Søldarfirði og Hanna Jacobsen úr Klaksvík vunnu kappingina, at sleppa til demensdagarnar í Keypmannahavn 14.- 15. maI 2020.
Hans Trygvi Teirin adv. trekti lut millum umsøkjararnar.
ElsaMaria starvast á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík og skrivar hon í teldupostinum til felagið, at síðan hon varð liðug við sína útbúgving í 2010, hevur havt stóran áhuga fyri demensøkinum. Hon ynskir at fáa meiri vitan um demenssjúkuna.
Hanna starvast á Heiminum við Vágna í Klaksvík og fortelur at hon arbeiðir við búfólkum ið hava demens og hevur hug at ogna sær nýggja vitan.
Heilsuhjálparfelag Føroya ynskir teimum báðum hjartaliga til lukku við vinningunum og vóna at tær fáa nógv burturúr døgunum.
Samstundis vil felagið takkað øllum teimum ið sendu umsókn inn og vístu áhuga fyri tiltakinum.