Ársaðalfundur 2012
Millum annað, var nevndarval á skránni eins og at forkvinnan stóð fyri valið, men av tí at ongin stillaði upp ímóti verandi forkvinnu felagsins Ásu Holm, tá 14 daga freistin var útrunnin, var onki formansval.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, teir vóru Hanna West og Gurli Svartá, ongin bjóðaði teimum av, so tær vóru somuleiðis afturvaldar, og halda báðar fram í 2 ár afturat.
Tiltakslimir vóru valdir.
Fyrst vald Jonna Petersen Klaksvík og næst vald Bergitta Hansen.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Ása Holm, forkvinna
Gurli Svartá, næstforkvinna
Hanna West, kassameistari og skrivari
Marjun Jensen, nevndarlimur
Joan Eilin Johansdóttir, nevndarlimur
Tiltakslimir:
Jonna Petersen
Bergitta Hansen
Annars var tað ein góður og siðiligur fundur, Turið D. Hentze var fundarstjóri og eftir tað vanligu skránna høvdu vit Jan Otto Holm, fíggjarráðgeva at greiða frá broytingum í eftirlønini nú Lív er farin yvir til marknaðar rentu.
Myndir frá fundinum síggjast niðanfyri.