Ársaðalfundur felagsins varð hildin á Hotel Føroyum 17. apríl kl. 15.00
Á aðalfundinum stillaðu Marjun Jensen, Fríðhild Winther og Marita Breyt upp til nevndarval, Fríðhild Winther og Marjun Jensen, vóru afturvaldar.
Til tiltakslim stillaðu Anita Dam, Elsa Maria Højgaard og Ragna Vilhelmsdóttir upp, og var Elsa Maria Højgaard afturvald og Ragna Vilhelmsdóttir nývald.
Viðtøkubroytingar vóru á skránni. Frá næsta aðalfundi 2022, verður atkvøðugreiðslan til formansval og nevndarval talgild. Hetta merkir, at framyvir skulu uppskot til formann og nevndarlimir sendast inn við ávísari freist áðrenn aðalfundin.
Ásetan av limagjaldi er løgd undir innkomin mál.
Herluf Sørensen greiddi frá um hvussu talgildað valið kemur at fara fram, og fekk fundarfólkið høvi at seta spurningar til tað.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn og formaður í Kommunufelagnum helt røðu, har hann greiddi frá visiónini hjá Kommunufelagnum á eldraøkinum.
Joan Stampe, frá Betri Pensión greiddi frá um tryggingina hjá limunum.
Tá tann formelli parturin av aðalfundinum var liðugur, undirhelt Jákup Weihe.
Dagurin endaði við borðhaldi og góðum tónleiki frá Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.
Ein valeydnaður fundur, har umleið 200 limir luttóku.