
Røða hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum
Góðan dagin øll somul
Fyrst av øllum skal eg takka fyri heiðurin, at tit hava boðið mær at vera við her á aðalfundinum hjá tykkum í Heilsuhjálparafelagnum, og fyri møguleikan at siga nøkur orð um eldraøkið.
Nú eru meira enn 6 ár síðani kommunurnar yvirtóku fullu ábyrgdina av eldraøkinum frá landinum. Men tankarnir um at leggja kommununum eldraøkið er nógv eldri enn sum so.
Longu í 2002 varð eitt álit skrivað, sum mælti til, at eldraøkið varð lagt kommununum at fyrisita.
Fleiri onnur álit eru skrivað um uppgávubýtið millum land og kommunur, millum annað eisini á eldraøkinum – bæði áðrenn og eftir sonevnda eldraálitið frá 2002.
Niðurstøðan var hvørja ferð: At eldraøkið liggur best hjá kommununum, tí tær eru nærri borgarunum enn ein miðskipað fyrisiting hjá landinum nakrantíð fær verið.
Kommunurnar kenna betri tørvin hjá borgarunum.
Kommunurnar hava borgaran tættari at sær, og tí verður tørvurin hjá tí einstaka sjónligari fyri teimum, sum taka avgerðir.
Politiskt er eisini nógv skjótari frá at hugsa nakað til at fremja tað í verki í kommununum, enn hjá landinum. Tí eru kommunurnar eisini betur førar fyri at laga loysnir til staðbundnu viðurskiftini.
Summi síggja tað sum eitt vandamál, tí at so fáa vit ymiskar loysnir, hugsa tey.
Men tað er júst tað, sum er styrkin í at skipa økið kommunalt: At kommunur megna ymist, vilja ymist og tí raðfesta ymist, alt eftir, hvussu fólkahugsanin og avbjóðingarnar í økinum eru.
Tað er hetta, sum liggur í lokala sjálvræðinum – at fólkið velur umboð, sum raðfesta og skapa virðir fyri borgararnar á staðnum.
Megna vit ikki at raka fólksins vilja, verða vit ikki vald aftur. – Og megna vit hinvegin at raka heilt rætt onkrastaðni: At gera okkurt á ein nýggjan og betri hátt, so fara hini økini sjálvandi at læra av hesum, og gera tað sama – ella okkurt enn betur.
Soleiðis kunnu kommunurnar, tá væl vil til, í samstarvi við starvsfólkini, menna eldraøkið munandi skjótari, og á ein nógv meira fjølbroyttan hátt, enn ein stórur landsstovnur hevði megnað.
Fyri at tryggja eitt hóskiligt støði um alt landið, hava vit eina eldralóg, sum skal tryggja øllum tær mest grundleggjandi tænasturnar.
Tað er ein góð trygd; men um økið skal kunna liva og mennast, mugu vit ansa væl eftir, at økið ikki blívur bundið niður í eini lóg, sum leggur allar smálutir fastar – tí tá hevði tað verið frægari at latið økið vera undir landinum.
Starvsfólkið á eldraøkinum er bulurin
Tá ið eldraøkið varð lagt kommununum at fyrisita, fluttu eisini omanfyri 1.600 starvsfólk arbeiðsgevara frá landinum til kommunurnar, ella til kommunalu samstørvini.
Nógv tann størsti einstaki fakbólkurin eru heilshjálparar og heimahjálparar – tað vil siga limirnir í tykkara fakfelag.
Eg eigi sjálvur eina í fakøkinum heima hjá mær, so eg veit eitt sindur um týdningarmikla fakliga førleikan tit umboða, og tey nógvu fakligu krøvini, sum eru og støðugt gerast fleiri, sum samfelagið broytist.
Eitt er heilsufakligi parturin. Men eg hugsi, at tann sosiali og menniskjaligi parturin av arbeiðinum støðugt fær størri týdning, sum samfelagið broytist, og tað verður truplari at røkja og halda familjubondini.
Tá er tað alt meira tit, sum møta borgarum, sum tørva stuðul og vegleiðing. Tað eru tit, sum verða tað kenda andlitið í heiminum hjá borgaranum, tit sum eggja og motivera, og tit sum geva røkt og umsorgan, ráðgeva, hjálpa og samskifta við avvarðandi og aðrar fakbólkar og myndugleikar.
Tit gera dagliga mun hjá nógvum fólkum og eru ímyndin av kendu orðunum hjá danska filosoffinum Knud Ejler Løgstrup:
“Tann einstaki hevur ongantíð við eina aðra menniskju at gera, uttan at halda partar av lívi hennara í hondunum. Tað kann vera okkurt lítið, okkurt hissini, okkurt sum man fær at følna ella vekir… Men tað kann eisini verða ógvuliga nógv og umfatandi, so tað í veruleikanum ger av, um lívið hjá viðkomandi eydnast ella ikki”. – Og vit kundu lagt afturat, at ofta eru tað at síggja til smá og lítilsverd ting, sum í roynd og veru blíva stór og avgerandi.
Hetta er ein stór ábyrgd. Men hetta er eisini ein lívsjáttandi, mestsum útum alt mark meiningsfull uppgáva, sum tykkum er givin at fremja.
Ein uppgáva, sum krevur evni at liva seg inn í støður hjá øðrum, og hava virðing og áhuga fyri øðrum menniskjum, og sýna áhugan og virðingina í dagligum verki og virki. – Og tað setir, um nakað, krøv til tykkara fakligu og persónligu førleikar.
Fáur man í dag ivast í, at tað var ein røtt avgerð at leggja kommununum eldraøkið.
Sjálvandi hava nøkur lýti verið, men sum heild hugsi eg, at hendan umskipanin av føroyska vælferðarsamfelagnum – allarhelst tann størsta nakrantíð – hevur eydnast væl.
Í hvussu so er ivist eg onga løtu í, at tey eldru í dag fáa eina betri tænastu, enn tey fingu, tá eldraøkið lá undir almannaverkinum.
Eftirmeta eldraøkið
Sjálvandi hava ávísir trupulleikar verið. Men nú vit eru farin undir at eftirmeta eldraøkið, er eisini møguleiki fyri at rætta uppá møgulig lýti.
Vit vita, at onkrar kommunur ikki eru nøgdar við fíggingina, og vit vita eisini, at borgarar eru, sum detta niður ímillum skipanir hjá serliga almannaverkinum og heimatænastuni.
Hesum hyggja vit nú eftir.
Arbeiðsbólkurin, sum er settur at eftirmeta, er mannaður við umboðum frá Kommunufelagnum, Almannamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.
Ein politiskur stýrisbólkur er settur við landsstýrisfólkunum í Almannamálum, Fíggjarmálum, Umhvørvis- og vinnumálum og formanninum og næstformanninum í Kommunufelagnum umframt einum skrivara.
Bólkurin skal gera eina frágreiðingin, sum skal viðgera 3 partar:
- partur snýr seg um sjálva tænastuna og lógina um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Hesin parturin fer at snúgva seg um, hvørt tænasturnar eru nøktandi, og um tað eru viðurskifti í lógini, sum eru ógreið og gera, at borgarar ikki fáa munagóða tænastu.
- partur snýr seg um kommunalu samstørvini.
Hesin partur fer at snúgva seg um lógina um kommunal samstørv, og eftirmetingin fer at snúgva seg um møguligar tillagingar í teimum samstørvinum.
- partur snýr seg um sjálva fíggingina, ella fíggingarleistin.
Hesin partur fer at eftirmeta fíggingarleistin og at meta um, hvørt fíggingarleisturin er nøktandi í mun til tær fíggjarligu avbjóðingar, sum eru fyri framman.
Ætlanin er eisini at spyrja fakfeløgini (Eisini tykkara felag) um teirra royndir av eldraøkinum, síðani tað var lagt kommununum.
Tað er gott, at vit eftirmeta, og tað er gott, at vit fáa eitt neyvt, fakligt grundarlag at taka avgerðir á.
Men eg má viðganga, at tað tykist mær eitt sindur bakvent og kalt, at tað skal vera neyðugt at gera langar útgreiningar, og tryggja okkum, at hvørt komma stendur rætt, áðrenn vit kunnu gera nakað munagott: Eg meini, vit vita, at fólk detta niður ímillum skipanirnar, og at tey ikki fáa frægari hjálp, meðan arbeiðsbólkarnir arbeiða. Tað hevði verið munandi meira virðiligt um tað bar til at venda hesum á høvdið: At vit fyrst tryggjaðu, at øll fingu ta hjálp og umsorgan teimum tørvar, og síðani funnu útav, hvussu tað neyva uppgávu- og ábyrgdarbýtið skal vera.
Framtíðar avbjóðingar
Vit standa fyri stórum avbjóðingum komandi árini.
Talið av teimum heilt gomlu, teimum yvir 80 er vaksið sámiliga hesi 6 seinastu árini – síðani kommunurnar yvirtóku økið í 2015.
Men komandi árini kunna vit gleðast um, at alsamt fleiri gerast 80 ár og eldri í Føroyum.
Vøksturin tekur veruliga dik á seg komandi árini.
Næstu 10 árini veksur talið við uml. 50 prosentum. Um 20 ár eru tvífalt so nógv, sum eru eldri enn 80 ár, og um 30 ár eru vit 3 ferðir so nógv, sum eru eldri enn 80, samanborið við í dag.
Vónandi fara tær broyttu arbeiðsumstøðurnar á stórum pørtum av arbeiðsmarknaðinum, saman við áhaldandi átøkunum fyri betri fólkaheilsu at gera, at longu um fá ár er ein munandi størri partur av teimum, sum eru eldri enn 80 ár, slett ikki at rokna sum heilt gomul, hvørki í sinn ella skinn.
Men vit koma kortini ikki uttanum, at hetta sjálvandi verður ein avbjóðing fyri fíggjarliga og starvsfólkaliga haldførið í samfelagnum.
Raksturin av eldraøkinum, og av heilsuverkinum, fer at krevja munandi meira komandi árini, samstundis sum talið av fólkið í arbeiðsførum aldri ikki fer at vaksa samsvarandi.
Vit vita, at eldraøkið longu nú hevur umfatandi avbjóðingar, tá ið tað snýr seg um at fá starvsfólk. Gera vit einki munagott, so verður hetta ein sera stórur trupulleiki um nøkur ár.
Tí hevur Kommunufelagið, saman við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sett eitt arbeiði í verk, sum skal fyrireika okkum til avbjóðingarnar sum eru – og í vaksandi mun fara at vera – tá um ræður at fáa starvsfólk til eldraøkið.
Vit mugu gera okkurt nú – um vit skulu tryggja tilgongdina av starvsfólki frameftir.
Trupulleikin er samansettur. Skal hann loysast, er neyðugt, at fleiri partar samstarva.
Kommunurnar vilja gera sítt. Men skal tað muna, noyðast fleiri at gera sítt – í felag og hvør sær.
- Ein partur kann vera at fáa starvsfólk at arbeiða í hægri brøki, sum felagið hjá tykkum m.a. hevur gjørt vart við
- Ein partur kann vera onnur sáttmálaviðurskifti
- Ein partur kann verða at útbúgva fleiri
- Ein partur kann vera at útvega tøkni
- Ein partur kann verða at gera arbeiðið á eldraøkinum meira lokkandi og áhugavert
- Og ein partur kann heilt víst eisini vera at koma sær burtur úr øllum hesum trongskygdu og stuttskygdu tankagongdunum, har vit bara hugsa mørk – hvørt tað so eru mørk millum fakbólkar ella millum myndugleikar.Vit eru eitt lítið land,og okkara størsta styrki er, at vit lættliga kunnu standa saman og vera samskipað – fortreytin er bara, at vit hugsa um felags loysnir, heldur enn at stika okkum inni, hvør í sínum lagi. Ætlanin er, at Kommunufelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið gera uppskot til eina heildarætlan fyri at draga starvsfólk til eldraøkið, og síðani taka upp sambandi við aðrar partar um ætlanina. – Partar, sum mugu takast við, skulu vit fáa eina nøktandi loysn.
í sambandi við seinastu samráðingarnar millum KAF og Heilsuhjálparafelagið var gjørd semja um eitt protokollat, har samráðingarpartarnir ásanna trupulleikan, at ov fá faklærd starvsfólk eru á eldraøkinum. Sáttmálapartarnir eru samdir um at kanna, um grundarlag er fyri at seta heilsuhjálparar í hægri ella í fullan setanarbrøk, og annars at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum yvir høvur.
Ætlanin er at skipa fyri einum evnisdegi, har úrslit av kanningunum verður løgd fram til viðkomandi partar á eldraøkinum at kjakast um.
Lat ongan iva vera um, at vit ynskja inniliga, at alsamt fleiri velja tykkara fak, og vit vita, at hetta er neyðugt, skulu vit tryggja okkara eldri ein tryggan og virðiligan aldurdóm.
Kanningar sum vit hava gjørt á eldraøkinum staðfesta eisini at júst tykkara fakbólkur er tann truplasti at fáa fatur á, og trupulleikin er serliga stórur her hjá okkum í miðstaðarøkinum.
Persónliga vil eg arbeiða fyri at onnur átøk eisini verða gjørd, t.d.:
- Hvat við umskipa útbúgvingina hjá tykkum, soleiðis at tykkara fakbólkur og kanska aðrir fakbólkar á eldra økinum fingu løn undir útbúgving? Tað hevði eggja ungum, men eisini hjálparfólkum, at tikið eina heilsuhjálparaútbúgving, tí fíggjarligu fyritreytirnar, gjørdu tað møguligt.
- Eisini kundi eg hugsa mær størri fleksibiltet i mun til útbúgvingina. Hetta skal ikki misskiljast soleiðis , at eg ynski skúlan í Hovi fluttan. Men ein deild kundi eisini verið skipað í norðanfjørðs, ella kundi man skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur. Hetta hevði helst fingið fleiri til at tikið útbúgvingina.
- Vit eiga eisini at kanna um verandi normeringarnar á eldraøkinum eru rímiligar. Hetta arbeiðið máa vit gera í felag og vit máa semjast um hvat er rætt í rímiligt.
Eitt kunna vit í øllum førum staðfesta. Longu nú eru trupulleikar við tilgongdini av starvsfólkum innan eldraøkið.
Um vit einki gera við hendan trupulleikan nú, so hava vit ein óloysiligan trupulleika um nøkur ár
Tíðin komin at bretta upp um ermar og fara til arbeiðis fyri at loysa hendan trupulleikan:
Í dag heldur enn ímorgin.
Covid 19.
Fyri góðum ári síðani skolaði alheimsfarsóttin Covid 19 inn yvir Føroyar. Frá degi til dags varð samfelagið latið aftur.
Á eldra- og serøkinum merkti hetta, at allar búðeindir vórðu stongdar fyri vitjandi. Hetta hevði í sjálvum sær stórar fylgjur fyri tykkum starvsfólk, sum arbeiddu innan hesi øki.
Tit tóku tykkum av teimum eldru og veiku, sum fullkomiliga blivu avskorin frá teimum avvarðandi, og øllum sambandi uttan fyri heimið annars.
Tit vóru í langa tíð teirra einasta samband við útheimin, og lagna teirra var í enn størri mun enn vanligt í tykkara hondum.
Hetta var vorðið sum ábyrgd. Og tit tóku hana !
Í øðrum londum sóu vit vanlukkuligar avleiðingar, tá ið koronusmittan kom inn á røktarheim, sambýli og sjúkrahús.
Vit sóu myndir úr útlondum, har starvsfólki vóru rýmd, og har herurin varð noyddur inn fyri at tryggja hjálpina til tey, sum enn vóru á lívi.
Hetta vóru ræðumyndir, sum vit stúrdu fyri eisini kundu raka okkum og okkara eldru og veiku.
Men hetta bleiv ikki veruleikin í Føroyum.
Føroyska samfelagið er millum tey heilt fáu í heiminum, har tað hevur eydnast at hildið koronusmittuni frá eldrarøktini, sjúkarhúsunum og heimum við veikum borgarum.
Men tað eydnaðist bert, tí avvarðandi vístu neyðug fyrivarni. Og ikki minni tí at tit starvsfólk vístu neyðugan professionellan hugburð, og hartil ikki minst ofraðu nógv av tykkara frælsi – eisini sjálvboðin í frítíðini, meira ella minni í sóttarhaldi.
Øll hava tit staðið saman, og lagt enn størri byrðar á tykkum sjálvi, tó at tilmælini krevja nógv.
Vit hava øll rindað prísin – frá nýføðingum til okkara elstu. Summi við sakni og einsemi. Onnur fíggjarliga ella tí okkurt vit vóru í gongd við mátti steðga á ella heilt detta niðurfyri. Og uppaftur onnur við stórum avmarkingum í dagliga frælsinum.
Ment tit starvsfólk hava framum onnur staðið sum ein brimgarður um tey gomlu, tey veiku og onnur sum vóru í vanda.
Tað er tykkum fyri at takka, at vit í dag kunna siga, at eingin av okkara gomlu og veiku, sum eru á eldrabústovnum, ella brúkarar í heimatænastuni hava latið lív av Covid 19.
Tøkkin er í stóran mun tykkara.
Tit hava sanniliga víst tykkara virði seinasta árið, og kent ábyrgdina, sum Løgstrup tosar um, tá hann sigur, at vit halda partar av lívinum hjá medmenniskjunum í okkara hondum, og bókstaviliga gera av, hvussu lívið hjá viðkomandi hepnast ella ikki.
Við hesum fáu orðum fari eg at takka fyri meg, og ynskja tykkum ein framhaldandi góðan aðalfund.