Dagførd vegleiðing um feriu og privata ferðing til útlandið hjá kommunalum starvsfólkum
Dagførd vegleiðing um feriu og privata ferðing til útlandið hjá kommunalum starvsfólkum
Støðan viðvíkjandi COVID- 19 ger, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heitir á kommunalu arbeiðsgevararnar um at kunna og gera greiðar avtalur við starvsfólk um viðurskiftini við feriu, ferðing í útlandinum og COVID-19.
Støðan við COVID-19 er serlig, og tí er umráðandi at kunna starvsfólk um at leggja uttanlandsferðing í privatørindum til rættis, soleiðis at starvsfólk kunnu møta aftur til arbeiðis eftir feriuna.
Øll ferðandi til Føroya skulu kannast. Hetta er eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands. Ferðandi eiga at fara í beinleiðis í heimauppihald í sínum heimi ella á sínum ætlaða uppihaldsstaði til kanningarúrslit frá kanningini við komu til Føroya er tøkt. Harumframt verður mælt til, at øll ferðandi lata seg kanna aftur seks dagar eftir komu til Føroya. Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi hesa tíðina. Arbeiðsgevarin kann gera avtalu við starvsfólk um at tilrættisleggja ferðina soleiðis, at starvsfólkið kann kanna seg við komu og seks dagar eftir komu, áðrenn tað møtir til arbeiðis aftur. Fær arbeiðsgevarin ikki avtalu í lag og arbeiðsgevarin ikki ynskir starvsfólkið til arbeiðis fyrr enn úrslitið er tøkt eftir tað er kannað sætta dag, so hevur starvsfólkið rætt til tí løn, sum tað hevði fingið, um tað var til arbeiðis.
Danska stjórnin hevur boðað frá, at markið verður latið upp fyri ES-limalondum, londunum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi. Ein treyt er kortini, at smittutalið í londunum er lágt – undir 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vikuna.
Hetta merkir, at tað kunnu vera vikuligar broytingar viðvíkjandi teimum londum, sum latið verður upp fyri. Lond verða bólkað í tveir bólkar: karantenulond og loyvd lond. Á www.corona.fo sæst yvirlit yvir, hvørji lond eru bólkað sum karantenulond og loyvd lond her. https://politi.dk/coronavirus-i-danmark/rejser/er-mit-land-aabent-eller-i-karantaene
Listi við karatenulondum og loyvdum londum er eisini at finna her:https://corona.fo/upload/tinymce/35d1a86b2f57d95ed41fc6a5bcabeaf2165ceca6.pdf
Lond uttan fyri ES, Schengen og Stóra Bretland eru at rokna sum karantenulond. Ferðandi eiga, eftir at vera kannað við komu, at fara í beinleiðis í heimauppihald í sínum heimi ella á sínum ætlaða uppihaldsstaðið í 14 dagar.
Frávera frá arbeiði kann ávirka starvsviðurskiftini hjá starvsfólkum. Starvsfólk kunnu missa rættin til løn, um tey ikki møta aftur til arbeiðis sum avtalað, tí tey hava ferðast til eitt karantenuland, har heimauppihald á 14 dagar er kravt eftir heimkomu, ella tey eru blivin smittaði við COVID-19 í karantenulandi. Tó uttan so, at teir 14 dagarnar eru partur av feriuni ella onnur avtala er gjørd við arbeiðsgevaran.
Er avtala um fráveru ikki gjørd við arbeiðsgevara frammanundan uttanlandsferðina kann tað hava starvsrættarligar avleiðingar. Starvsfólk hava ábyrgd av, at gera avtalu við arbeiðsgevaran. Í avtaluni kann støða takast til um starvsfólk kann taka fleiri feriudagar, kann avspáka, er heima uttan løn ella kann arbeiða heimanífrá.
Átekur starvsfólk sær tann váða, at ferðast í stríð við tilmælini frá landsmyndugleikunum og ikki fær møtt til arbeiðis sum avtalað, ella møtir uttan at hava verið í sóttarhaldi, kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri setanarviðurskiftini, so sum uppsøgn og burturvísing. Verður starvsfólk smittað við COVID-19 í karantenulandi kann hetta vera mett sum sjúkrafrávera av egnum ávum, tá hava starvsfólk ikki rætt til løn undir sjúku.
Tilmælini kunnu broytast og tí mugu starvsfólk fáa sær dagførda kunning á www.corona.fo , áðrenn ferðin verður keypt.
Tann 25. september 2020
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið