Tíðindi

Hátíðarhald fyri Mallu Lið Hansen.

Fríggjadagin 16. oktober, fekk Malla Lið Hansen “ Dronningens Fortjenestemedalje” eftir 41 ár í starvinum sum heilsuhjálpari og heimahjálpari.

Malla byrjaði at starvast sum heimahjálpari 12. Juni 1979, og hevur starvast bæði sum heimahjálpari, heilsuhjálpari, álitisfólk og sum bólkaleiðari.

Malla tók útbúgving sum heimahjálpari í 1983-1984, og útbúgving sum heilsuhjálpari á Tvøroyri 2004. Í 2007, tók Malla grundleggjandi leiðaraútbúgving á Skeiðsdeplinum.

Heilsuhjálparafelag Føroya, ynskir Mallu hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum, og ynskir Mallu eina bjarta framtíð.

 

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button