Tíðindi

Ein felags avbjóðing

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur ongan áhuga í at luttaka í runukasti við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, vit hava eina stóra felags avbjóðing, ið vit einans kunnu loysa í felag.

Skrivið er fult av ymiskum tølum, ið tey royna at fáa at síggja betur út enn tey eru. Eitt nú endalønin, ið einans heilt fáir av okkara 770 limum fáa. Ein endaløn, ið krevur, at tú sum útbúgvin heilsuhjálpari arbeiðir 12 ár.

Í skrivinum staðfestir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at helvtin av okkara limum, ið arbeiða sum heilsu- og heimahjálparar, forvinna undir 20.600 kr., og tær útrokningar, ið búskaparfrøðingur hevur gjørt fyri okkum, vísa, at miðallønin hjá okkara limum lá um 15.700 kr. um mánaðin í fjør. Hetta er umleið helvtina av miðallønini í samfelagnum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at tað eru nógv onnur atlit enn løn, ið eru orsøk til at fólk frávelja starv sum heilsuhjálpari ella heimahjálpari. Hesum eru vit heilt samd við, og vóna, at hetta ber boð um, at tey veruliga ynskja at gera nakað við arbeiðsviðurskiftini og vænta vit tí eisini, at tey eru til reiðar at rinda tað, ið hetta kostar.

Men vit vilja eisini vísa á, at hóast nógv annað kann gerast betur, so má lønin eisini upp.

Hetta var orsøkin til, at Heilsuhjálparafelagið fór á fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, tí hesir batar mugu loysast politiskt, peningur má til. Tá nyttar lítið at tingast við embætisfólk, ið hava fingið ein fastan karm frá politikarunum, og sum ikki sleppa at gera teir batar, ið skulu til fyri at bjarga okkara fakøki.

 

Okkara limir gera eitt sera týdningarmikið arbeiði, og tað er lívsjáttandi at arbeiða við menniskjum. Men hóast hetta so velja alsamt fleiri økið frá. Hetta hava stovnsleiðarar, búskaparráð og vit rópt varskó um í fleiri ár. Nú má onkur lurta, annars gerst støðan hættislig og tí kann eingin liva við.

 

 

Mary Antonsdótir, forkvinna

 

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button