Tíðindi
Semingsstovnurin boðsendur
Semingsstovnurin boðsendur
Samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala arbeiðsgevarafelagið komu ikki á mál. Tí er Semingsstovnurin nú boðsendur.
Heilsuhjálparafelagið fór til samráðingarborðið við einum máli um at loysa tær stóru avbjóðingar, ið okkara yrki og føroyska samfelagið hava, við alsamt vaksandi starvsfólkatroti á økinum.
Tíanverri bar hetta ikki á mál, og báðir partar eru tí samdir um at Semingsstovnurin skuldi boðsendast.
Nevndin