Tíðindi

Felagið fegnast um nýggja pensjónsloysnina í Betri pensjón.

Nú limir felagsins hava fingið sum nakað nýtt, trygging við óarbeiðsføri eins og bráðsjúkutryggingin er blivin betur.

 

Óarbeiðsføri

Veitingin verður útgoldin, um óarbeiðsføri rakar í aldrinum fram til fylta 67 ár.
Um arbeiðsførleikin er skerdur við 2/3 ella meira, verður tryggingarveitingin útgoldin aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Goldið verður mánaðarliga so leingi óarbeiðsførri stendur við, og limurin er á lívi, tó í mesta lagi fram til fylta 67 ár.
Árliga tryggingarveitingin er sett til 20% av løn eftir skatt.

Bráðsjúkutrygging – Limur/børn
Fær limur staðfest eina av bráðsjúkunum, sum nevndar eru í tryggingartreytunum fyri bráðsjúku, verða útgoldnar kr. 100.000.
Sama upphædd verður útgoldin, um børn hjá limi – í aldrinum 28 dagar til 18 ár – fáa staðfest eina av bráðsjúkunum,
sum nevndar eru í tryggingartreytunum fyri bráðsjúku.
Bráðsjúkan skal verða staðfest, áðrenn limurin er fyltur 67 ár.

Limir felagsins kunnu síggja teirra tryggingaryvirlit við at trýsta á her

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button