Tíðindi

Til limir felagsins

Viðvíkjandi broyting í inngjøldum til Samlagstryggingina

Í samband við at felagið hevur flutt Samlagstryggingina frá tryggingarfelagnum Lív til tryggingarfelagið Betri Pensión, hava vit gjørt hesa avtalu við Betri Pensión, í samband við tykkara tryggingargjald á kr. 175,00 um mánaðin:

  • Øll sum arbeiða sum fastlønt, skulu steðga inngjaldinum í bankunum frá 1. Januar 2014 at rokna. Gjaldið verður tikið av eftirlønargjaldinum í staðin fyri, og fer gjaldið, sjálvvirkandi av í skipanini hjá Betri Pensión.
  • Øll sum arbeiða sum tímalønt, mugu kanna sín egna lønarseðil, tí um tey gjalda eftirløn av lønini, skulu tey onki gera, tí so verður gjaldið á sama hátt, sum hjá teimum fastløntu, tikið av eftirlønargjaldinum í staðin fyri, og fer gjaldið, sjálvvirkani av í skipanini hjá Betri Pensión.
  • Øll hini sum arbeiða sum tímalønt, men ikki gjalda til eftirløn, mugu sjálvi tilmelda tryggingargjaldið til gjaldskipanina, við at útfylla oyðublaði við at trýst á her, og senda tað til Betri Pensjón

Heitt verður enn einaferð á teir limir, sum standa í eftirstøðu av gjøldum til Samlagstryggingina, um at fáa hetta avgreitt beinanvegin á konto 9870 – 102.871.6.

Vinarligast
Heilsuhjálparafelag Føroya

Ása Holm, forkvinna

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button