Tíðindi

Forkvinna rópar varskó: Sparingar á eldraøkinum.

Hvussu ber tað til, at tá játtanin er ov lág, so fara leiðslurnar eftir røktini og skerja tímatalið?

Nær fer hendan ábyrgdarleysa sparingin at steðga?

Uttan tey gomlu og røktarkrevjandi, er onki arbeiðspláss og ongar leiðslur.

Hvussu ber tað so til, at sjálv kjarnin, tey gomlu, skulu fáa verri og verri kor og eisini tey ið skulu ansa teimum?

Hví verður ikki spart í leiðslupartinum, umsitingini?

Her er okkurt ravruskandi galið, sum raðfest verður.

Røktin má víkja fyri fundum, skeiðum, refleksiónum, persónstyputestum, ráðstevnum, ársins leiðara døgum, har vit kunnu klappa hvørjum øðrum á herðarnar, hvussu ófør vit eru.

Nei, lat okkum venda skútuni, og fáa røktina í fokus.

 

Sum tað vælferðarsamfelag vit liva í, eiga vit at vísa virðing og umsorgan fyri teimum, ið eru komin til teirra ellisár og hava brúk fyri røkt og umsorgan.

Latið vera við áhaldandi at venda spariknívinum ímóti teimum veikastu og starvsfólkunum.

Uppraðfesti røktina ella spari aðrastaðni. Latið vera við at knokkroyta tey ið renna skjótari og skjótari.

Er tað at undrast yvir, at tað gerst verri og verri at dekka vaktirnar?

Hvussu skulu fólk tíma at blíva seigpínd?

Á einum av mínum vitjanum, á einum ellisheimið, fekk eg fortalt, at neyðugt var at fáa onkran úr býnum at vera náttarvakt, ið ikki var von at arbeiða við gomlum og heldur ikki kendi tey gomlu har, tí tað var púra ógjørligt at fáa dekkað vaktina.

Er tað ábyrdarfult?

Eitt annað ið eisini er ein stórur trupulleiki, er, at tað ikki er møguleiki at forsyrgja sær við 6 tímars vaktum.

Nær fáa tey virðing ið arbeiða og knokla á eldraøkinum?

Nei, vit hava onki at rósa okkum av sum samfelag, so leingi sum hesi viðurskiftini ikki eru komin í rættlag.

Sparingarnar hava sníkt seg spakuliga inn á starvsfólkini, og hava tey tillagað seg teir karmar ið eru settir.

Hetta eru røktarfólk sera dugnalig til.

Hóast hetta, hava tað mangan verið støður, har mann er komin út fyri fakligum, og etiskum tvístøðum, tí hóast tey vita hvørja røkt tey EIGA at veita, við tí vitan tey hava nomið sær, hava tey merkt at tey ikki KUNNU veita, vegna alsamt vánaligar karmar, sum ein avleiðing av sparingum.

Starvsfólkini eru spard “inn á merg” og nú er ikki “bara” talan um fakligar/etiskar tvístøður, har tey ikki megna at liva fult upp til fakligu etisku krøvini, sum eru, eftir teirra metan óforsvarligar, bæði fyri røktarfólk og ikki minst fyri búfólkini.

Røktarfólkini kunnu ikki standa inn fyri fleiri avleiðingum av sparingum.

At eldast inniber nógv ting. Talan er um eina aldursbroyting innan biologiska, psykososiala, miss av ressourcum, og ymiskt er hvussu vit øll meistra at blíva gomul.

Hetta krevur eina kvalitetsrøkt frá starvsfólkunum sum skulu veita hana. Fyri at veita kvalitetsrøkt til okkara borgarar/eldri, krevur at vit hava eina grundleggjandi holla vitan, frá náttúru og samfelagsvísund, og síggja hetta sum eitt týðandi lið, fyri at veita borgarum í Føroyum, ta røkt tey hava krav uppá.

Og fyri at veita hesa røkt, ið ynskilig er, krevst tíð, og ikki lappaloysnir har mann gongur uppá kompromis, millum tíð og fakligheit.

Ein loysn hevði verið, at uppnormerað eldraøkið, har tað er neyðugt. Har kundi ein APV (arbejdspladsvurdering) verið gjørd, so tað bleiv dokumenterað, røktartyngd í mun til uppgávur og tal av starvsfólki.

Normeringin skuldi verið gjørd við lóg, so ikki ber til, at skerja í røktini, sum altíð verður gjørt, tá sparingar eru fyri framman.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button