Tíðindi
Palliativari røkt
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur skipað fyri áhugaverdum skeiði í palliativari røkt. Skeiðini hava verið í Østrøm og hava umleið 170 limir verið á skeið hesar dagarnar.
Vit eru sera fegin um so góða luttøku og meta vit tað vera neyðugt áhaldandi at førleikamenna limirnar, so teir eru ílætnir til hesa týdningarmiklu uppgávu, at røkta okkara gomlu og sjúku borgarar.
Ein stór tøkk til skeiðshaldararnar Lenu Bjarnason og Hansinu Mikkelsen frá Palliativa Toyminum á B6.
Heilsuhjálparafelag Føroya
Her eru nakrar myndir frá døgunum.