Forráan og vánalig normering
Kvf vísti eina sending um dagstovnar í Keypmannahavn, har vit sóu ógvusligar hendingar, har smábørn grótu í tímar, uttan at fáa nakra troyst.
Meginpartin av tíðini, brúktu námsfrøðingar og hjálparfólk til at skilja børn sundur, ið klandraðust og bardust. Har bleiv eingin sæddur, hoyrdur ella fekk viðurkenning.
Tað var bert tíð til at sløkkja eldar. Júst hvat er orsøkin til trupulleikarnar har, kann ein bert gita.
Men tað var týðiligt fyri okkum hyggjarar, at har var alt ov vánalig starvsfólkanormering.
Fáa starvsfólk ikki tíð at gera sítt arbeiði til lítar, verða tey nívd av ringari samvitsku.
Men sum tíðin gongur og ongar broytingar verða til tað betra, kann ein forráan byrja at spíra, við at ein byrjar at blíva líkasælur, ilskast inn á tann ið hevur tørv á hjálp, til at ein fer at skelda, háa og spotta og tað ið verri er.
Tey allarflestu starvsfólk gera sítt allarbesta, men øll menniskju kunnu koma har út, har tey blíva máttleys og kroyst, so tey gerast rá. Stór ábyrgd og lítil ávirkan á sínar arbeiðsumstøður, er ein byrjan til strongd. Hetta er nakað ið helst skal tigast vekk, tí tað er ov pínufult at fáa fram í ljósið.
TIGN skipaði fyri einum fyrilestri við Dorthe Birkemose sálarfrøðingi, fyri nøkrum árum síðani um forráan á arbeiðsplássinum og har vóru nógv fólk og lurtaðu.
Hon greiddi frá einum starvsfólki, ið var ein eldsál og altíð tók eyka vaktir og skuldi onkur av starvsfeløgunum okkurt, so var hon tann fyrsta at traðka til.
Hon gjørdi eisini ólønt arbeiði.
So eitt kvøldi, hon hevði tikið eina eyka vakt fyri onkran, var tað ein eldri borgari ið bleiv við at sita og rópa. Hon royndi at hjálpa, men til endans, tók hon og risti í mannin. Hon bleiv so skelkað av sínum atburði at hon grátandi greiddi leiðsluni frá tilburðinum.
Vánaligar starvsfólkanormeringar er rótin til alt ilt.
Skal trygd veitast fyri kvalitetsrøkt, er umráðandi at seta inn við hægri normering og taka hetta í størstan álvara og ikki hugsa, hetta hendir ikki her heima hjá okkum, tí her hava vit nógv fleiri heitar hendur. Hetta kann henda allastaðni og eisini her heima.
Vit hava fantastisk og dugnalig røktarstarvsfólk, men øll hava eitt mark og kunnu gerast rá.
Ábyrgdina fyri at starvsfólk kunnu forráa ein borgara, eiga politikarar ið vara av økinum og leiðslurnar kring landið.
Tað kann so aldrin verða einstaka starvsfólkið ið skal ábyrgdast, um tað arbeiðir undir ótolandi umstøðum.
Tit politikarar hava eitt at gera, og tað er at taka okkum í álvara.
Verjið starvsfólkini og borgararnar og hækkið starvsfólkanormeringina, har tørvur er á tí.
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya