Tíðindi

Mary Antonsdóttir – midnáttarrøða á jóansøku í Vági 2026

“Vágsbygd, mín heimbygd,
teg elski nú je,
her vil je hava mítt ból,
til flagið til seinast
teir leggja á meg,
og sloknað er lívgandi sól.”
*
Tá ið je liggi í andvekri norðanfyri, hugsi je um heimbygdina. Í tonkunum koyri je inn gjøgnum Neslíð. Síggi grótlaðingarnar niðan móti bakkanum; tær minnist je, at Eyðfinn Mørk fyri nógvum árum síðan stóð og hivaði upp á pláss við sínum stóra kranabili.
Tá ið Vágsbygd dagar undan, síggi je smílið hjá Petur Post fyri mær. Heitt og nemandi. Síðan koma húsini hjá Ingeniørinum til sjóndar millum aðrar bústaðir oman fyri vegin – altso húsini hjá tí hugtakandi, Frank Antoniussen, sum flutti til Vágs úr Oyndarfirði at arbeiða. Longri inni – í gomlu, grønu og niðurløgdu vinnubygningunum á Marknoyri – rungar úr minninum, tunnusláttur á føstulávint og føroyskur barnadansur:
“Sigmundur slepti Einari av:
Suðuroyarfjørður var hans’ grav.”
Uppaftur longri vesturi á koyrivegnum rennur fram fyri meg minni um eina megnarkvinnu: Nevniliga Torgerð Suðuroy og hennara stríð og strev fyri sjónleiki, VB, húsmøðrum, samferðslu og nýggjum vinnum. Je rulli rørd fram við húsunum hjá henni og Harry, har tey bæði høvdu kiosk. Mangar gentur í Vági hava staðið í kioskini hjá Torgerð.
Við svingið hjá Karl Olsen fari eg eftir ovara vegi. Leiðin gongur móti skúlanum – framvið hjá Connie og Hannimann, Aksel í Vík og Jimmy, Katu hjá Bent hjá Argja-Palla og Bunyan og Beteusi. Har støðgi je, stígi úr bilinum og stilli meg at hyggja omaneftir. Skúlalaðið er tómt, men í vøkudreyminum hjá mær kemur lív í tað aftur. Minnist tíðina har, tá ið okur vóru upp ímóti 400 skúlabørnum. Minnist, hvat var spennandi, og hvat dró; bæði inn og út.
Í skúlanum – og í allari bygdini – var meldur. Einki var óført. Í enda í annan var ljós; sjálvt um veturin, tá ið bjart neon spríkti úr vindeygunum í einum av mest framkomnu flakavirkjunum í Evropa, Polarfrost. Sama bláliga ljós skein eisini undir Skýlinum, har Osbjørn og Kaja seldu heimsins bestu, stoktu pylsur.
Je minnist eisini menninar, sum árið á tamb sóust uppi í lítlum lastbilum á veg til arbeiðis. Teir stóðu upprættir á rað og lótu hendurnar hvíla niður á herðarnar hjá hvør øðrum, meðan bilurin koyrdi teir út á kaiina. Vakurt og poetiskt at síggja fyri sær í dag!
Á dreymaferðini, je ímyndi mær í andvekri á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, lati je bilin standa oman fyri Vágs skúla. Je spáki seinasta teinin heim til pápa mín. Kenslurnar eru sterkar, tá ið je fari fram við øllum húsunum, har fólkini, je kendi í mínum barna- og ungdómsárum, búðu. Nú eru tey burtur: Hans í Fámjin, Brattaberg, Sanna hjá Ova. Og so niðan brekkuna, fram við hjá Helenu og Edvin og niðaná lítandi upp í køksvindeygað hjá Miu og Piso. Og so vestureftir og upp trappurnar til pápa mín, ið je beri í mínum egna navni.
Góðu tykur. Je komi beint av frontinum. Hermótinum í Havn. Je eri forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum og berjist fyri mínum limum. At je yvirhøvur kann gera tað – stríðast fyri yrki mínum, ið fyri tað mesta er at stuðla undir og styðja tey gomlu, sum bygt hava hetta landið – kemur ikki av ongum. Je kann arbeiða fyri okkara søk, tí je havi fingið nøkur grundvirði løgd í meg.
Danski teknarin, skemtarin og rithøvundurin, Storm P., segði, at einki uttan lummaull kemur úr ongum. Tað er eisini galdandi fyri míni grundvirði: Tey stava ikki frá ongum. Míni virði eru úr Vági! Ja, je flutti burtur, men heimbygdin fór ongantíð úr eygsjón. Enn er hon je. Og je eri hon – eisini nú, ið flagið er lagt á bæði Petur Post, sum búði í øðrum endanum av Vági og Eyðfinn Mørk; Eyðfinn sum búði í hinum endanum.
Je eri fløskað upp á flakavirkinum og aðrastaðni við. Je gekk við posti í summarfrítíðini. Je arbeiddi í handlinum hjá Mariannu og Erik, saman við mammu mínari, og je hjálpti abbanum í handlinum við Ósagarð. Men sum 18 ára gomul vann útlongsil á mær. Je fór niður. Í 3 ár arbeiddi je innan fyri hotel- og handilsvinnu í Kongsins Keypmannahavn.
So flutti je aftur til Vágs.
Tá bleiv grundarlagið fyri tí, je geri í dag, skapað. Í trý ár búði je í húsunum hjá Dula-Kristian og starvaðist sum heimahjálp; tað var frá 1984 til 1987.
Basan hjá okkum var á læknamiðstøðini. Eftirlitskvinnurnar, Signhild Nordenskjold, Diddan og Ásbjørg, søgdu mær, hvørjir av eldru borgarunum í bygdini skuldi hava heimahjálp frá degi til dags. So súkklaði je runt til teir – á eini Kildemoes súkklu, sum je hevði fingið frá abba mínum við Ósagarð; hann ið æt Osvald og seldi súkklur. Je elskaði hetta arbeiðið – og abba mín, sjálvandi. Summi tykkara minnast hann kanska …
Aftan á hesi árini sum heimahjálp í heimbygdini, fylgdi ein tíð við flyting higar og hagar. Og at enda settist je niður í høvuðsstaðnum. Í 21 ár arbeiddi je innan fyri eldraøkið í Havnini, og síðan apríl í 2017 havi je gingið á odda niðri á gólvinum á føroyska eldraøkinum; hetta sum kosin forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya. Eg sigi errin og uttan himpr, at je havi vígt mítt lív til fakfelagið.
“Hvat er væl eitt lív við ongum stríði?”
Soleiðis spyr skaldið, Rasmus Effersøe, í veitslusanginum, sum okur føroyingar mangan tríva í – eisini okur, sum eru troytt og slitin, og sum onkran ringan dag føla okkum yvirsædd og lítisvird hóast okkara stríð. Øll kunnu – tíbetur – syngja og søkja gleðina í góðum løtum!
Og, ja, summi okkara eru – útslitin. Men tað passar, sum skaldið tekur til; at eitt lív við ongum stríði nevniliga er – einki. Tað er veruliga sum “ein máni fyri uttan ljós” – myrkt og ósjónligt!
Signar Dam, ið vígdi alt SÍTT lív til læknagerningin í hesi oyggj, staðfesti tað so beinrakið í eini samrøðu, at: “Eingin sjúka eitur Útslitin”. Í kvøld fari je nettupp at lýsa okkum veg við mínum egna avsetti í hesum orðunum hjá Signari, sum í vár fór um tey 89 árini:
“Eingin sjúka eitur “Útslitin” …
Góðu tykur! Okur kunnu brúka setningin hjá Signari at siga, at einki eitur at “geva upp”, og at okur eru líka nógv verd sum onnur. Okur eru vágbingar. Okur eru suðuroyingar. Men okur eru eisini annað. Føroyingar. Heimsborgarar. Summi av okkum eru fyrst og fremst tað síðsta. Heimsborgarar.
Úr tí sjónarhorninum finnast eingir fíggindar. Norðingurin er ikki okkara fíggindi. Danin er ikki fanin. Og Trump og Putin eru bert fjarskotnar ímyndir í okkara marrum. Hava okur fíggindar, eru okur sjálv okkara egnu fíggindar; hetta um okur halda, at okur ikki megna nakað sjálv, og okur heldur ikki arbeiða saman og stuðla hvør øðrum – mótsett tá ið menninir stóðu uppi í lastbilinum við hondini á økslini hvør hjá øðrum. Gjørdu teir ikki tað, duttu allir uttan tann, sum fremstur stóð stinnur og hevði fast tak í bilinum. Lat okkum ýta okkum eftir hesum monnum, ið við áliti og vón vístu okkum veg til at arbeiða hart og miðvíst fyri lívi og framburði. Fyri teir æt eingin sjúka – Útslitin.
Ljósið man sær sjálvum ráða, og eingin norðingur, eingin danskari og ei heldur vitleysir vápnabrøður í Washington og Kreml, kunnu frátaka okkum ábyrgdina av at nema ljósið og vinda megina burtur úr hesum ljósi, sum je trúgvi er okkum tillutað av eini megi oman fyri allar mannabólkar.
“Lít so á el-ljósið, sum skínur har so bjart”, yrkti Bassin í sanginum um okkara elskaðu Vágsbygd.
Je hugsi, at tað initiativ, sum var, og sum enn er, skal ikki týnast og trýnast av ímyndaðum myrkri. Tað nyttar ikki at bíða eftir, at tað skal vera ljós við endan á einum undirsjóvartunli. Bara at dúva upp á ein tunnil og halda, at tá verður alt gott av sær sjálvum, ger í ringasta føri ta farleiðina einvegis – norðureftir. Tí skal mann ansa eftir, hvat mann ynskir sær. Tað kann vera, at mann fær tað
Hvat merkir hetta? Tað merkir, at tað óvæntaða mangan vísir seg, tí mann ikki byggir borð fyri báru og leggur eitt sterkt grundarlag undir framtíðini – í hesum føri her í Vági og allari Suðuroynni.
Men tunnilin, hann kemur, okur góðtaka einki annað.
Og ljósið? Tað ER sjálv vónin! Á bakpermuni á bókini, Solarium, eftir Høgna Mohr, stendur hetta stutta sitatið: “Okur menniskju liva bara, tí okur eru rúsað av onkrari vitleysari vón um, at alt skal blíva betri.”
Hesi orðini hjá høvundanum eru upp á ein máta lagnan hjá okkum øllum: Okur liva við vón um ljós. Og vónin? Hon toppar nú tann 21. juni. Í morgin eru okur uppi á vónarinnar tindi. Og hvat so? Jú, so gongur tað niðuraftur. Tann túrurin er eisini ein leið til ljósið, ið aftur fer at ota seg uppeftir um eitt hálvt ár. Hetta er rútman hjá sjálvari vónini. Og vónin livir, líka til “sloknað er lívgandi sól!”. Tann mentan, sum dansar eftir hesi ævinleikans rútmu, kann ongantíð doyggja!
Næstu ferð, je ikki fái sovið í íbúðini hjá mær í Hoyvík, geri je mær eina framtíðarmynd, heldur enn eina mynd av tí farna. Nú eitur tað: “Vágsbygd, mín heimSbygd!” Mín villi vøkudreymur um Vág í árinum, 2050, er hesin:
Vágur gongur undan. Børnini hava langt síðan slept øllum skíggjum. Tey eru farin út aftur at leika í og læra. Garðabrúgv er aftur spennandi spælipláss. Longri úti hevur ítróttaháskúlin á Løðhamri fingið nýggjan granna, ið eitur Bókmentasetrið. Eldrabýli eru smíðað eftir íslendskum leisti; ein garður við tættbygdum smáttum er gjørdur kring Vatnið. Nógv umbidnu smátturnar – við innbygdari heimahjálp – dána eftir lendinum og gera seg ikki inn á náttúruna. Búfólkini har eru fyri tað mesta væl fyri; summi svimja á Vatninum hvønn dag.
Í 2050 er Vágsfjørður framfluttur til vistfrøðiliga aling. Polarfrost tekur laksin og sílini, sum eru eftirtraktað kring allan heim. Yngru eftirkomarar okkara ganga, renna ella súkkla sjálvandi til arbeiðis. Hetta ger niðaraveg til spælipláss fyri børnini, ið sum nevnt ikki longur spilla tíðina til telefonir og teldlar. Gamla Garðasmiðjan og tann, ið Argja-Palli bygdi, eru enn smiðjur, men nú gera tær dronur; ikki dronur til kríggj, tí tað er avlagt at kríggjast! Vitlíkið hevur roknað út, at tað loysir seg ikki at drepa hvønn annan. Ljóðleysu vágsdronurnar eru til flutning. Tað mesta av flutningi fyrigongur nú gjøgnum luftina; vegir, brýr og tunlar verða einamest hildin viðlíka fyri at varðveita søgu. “Smyril” er tá tíbetur bert ein einnevndur kappróðrarbátur, ið okur eiga!
*
Í 2050 hevur hetta renslið av nýggjum tilfeingi gjørt, at Vágur mennist á øllum mótum. Allir tankar er loyvdir uttan ein: Vanahugsan. Í 2050 minna laðingarnar hjá Eyðfinn Mørk okkum á grundarlagið fyri lívinum. Húsini hjá Petur Post minna okkum á virðið í einum smíli – og tey minna okkum á postin, sum í hansara tíð var lívsneyðuga nervarásin millum bygdir, oyggjar og lond.
“Legg teg at sova og droym teg burt í verð,
vakrast av øllum heimbygd mín hon er.
Vakrast er fyri meg,
Vágsbygd, je elski teg,
annað má fara burt sín veg.”
Livið Vágsbygd! Livið ljósið!
Góða jóansøku.
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button