
Fráboðan um at stilla upp til nevndarval, formansval og onnur val.
Fráboðan um at stilla upp til nevndarval, formansval og onnur val.
Nevndarval, formansval og onnur val til aðalfund felagsins 1. apríl 2023
Sambært viðtøkum felagsins § 13, stk. 7, og stk. 8, verður boðað frá, at uppskot til nevndarlimir og formann/kvinnu, skulu verða skrivstovu felagsins í hendi, í seinasta lagi 15. februar 2023 kl. 16.00.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, um limur sjálvur ynskir at stilla upp. Um limir stilla annan lim upp enn seg sjálvan, skal hetta gerast saman við skrivligari váttan frá tí uppstillaða, og skulu hesi uppskot vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2023 kl.16.
Onnur uppskot
Vísandi til viðtøkur felagsins, § 13, stk. 6, skulu uppskot til viðgerðar á aðalfundinum vera nevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi 15. februar 2023 kl. 16.00.
Nevndin