Undirvísing í frontotemporal demens, fyri limir í Heilsuhjálparafelag Føroya
Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt, kemur at undirvísa í frontotemporal demens, týsdagin 21.02.2023 kl 15.00-17.30
Stað: Heilsuhjálparafelagið
Tilmelding áðrenn 15. februar á tlf. 317725 ella t-post hhff@hhff.fo
Luttøkugjald á 100 kr skal flytast á 9870- 9990993
Frontotemporal demens er eitt felags heiti fyri eina demenssjúku, sum serliga rakar fremsta partin av stórheilanum, tað er enniblaðið og vangalepan.
Sjúkueyðkennini vísa seg við, at persónurin broytir atburð og eisini broytist málið ofta so líðandi. Øvut sjúkugongdini við alzheimer, har minnið tíðliga verður ávirkað, kann innlæring og minnið vera gott leingi í sjúkugongdini við frontaldemens.
Hendan seinnapartin verður undirvíst í sjúkuorsøk, sjúkueyðkennum og námsfrøðiligum tiltøkum, har dentur verður lagdur á, at umsorganin tekur støði í persóninum, hansara lívssøgu, áhuga og avbjóðingum, sum skyldast sjúkuni.
Heilsuhjálparafelag Føroya