Tíðindi

Fundur á Gamla Apoteki

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið á fundi við Javnaðarflokkinum á Gamla Apotekið fyrrapartin.

Umrøtt var, hvørjar broytingar skulu til, fyri at framtíðartryggja eldraøkið, ið liggur í andaleypi.

Tað er somikið álvarsligt, at t.d summarfrítíðin hjá nøkrum av okkara limum, ikki er í eygsjón enn, nú vit skriva 11. juni og frítíðarárið byrjaði 2. mai og hetta eru tey, ið samfelagið hevur útnevnt fyri at vera hetjur.

Ein tann størsta forðingin, at fólk velja økið frá er, at 90 % starvast niðursetta tíð. Ein onnur stór forðing er normeringin, sum er í leysari luft. Felagið hevur víst á, at tað er alneyðugt, at hava eina minimumsnormering við lóg, ið tryggjar eitt ávíst fakligt støði og at tað verður visiterað eftir tyngd.

Á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum finnur mann nøkur amboð ið kunnu nýtast til slíkt. Ein arbeiðsplássmeting har ergoterapeutar gera eina tørvsmetan, ið tryggjar at normeringin er nøktandi og er eftir tyngd.

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur tey seinastu tvey árini arbeitt við, einum uppskoti við løn undir útbúgving fyri heilsuhjálparanæmingar. Okkara arbeiði er gjørt og nú bíða vit eftir politiska myndugleikanum!

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button