Tíðindi

Stuðulsyvirlýsing

Heilsuhjálparafelag Føroya noktar limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði, í samband við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag.

Limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya, ið starvast í verkfalsraktum økjum, skulu ikki átaka sær nýggjar uppgávur.

Møtið upp sum vanligt, eftir tykkara arbeiðsætlan.

Vendið tykkum til felagið, um tit hava spurningar.

Vit vilja samstundis vísa okkara fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag og vilja tískil heita á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at seta seg aftur til samráðingarborðið, fyri at finna eina virðiliga loysn, ið báðir partar kunnu liva við.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button