
Tíðindi
FUNDUR Í MENTANARNEVND LØGTINGSINS
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið á fundi í Mentanarnevnd Løgtingsins í morgun, í samband við nevndarviðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsuútbúgvingar.
Heilsuhjálparafelagið fegnast um at hava fingið møguleika at leggja okkara sjónarmið fram fyri nevndina. Vónandi tekur nevndin tað til eftirtektar og at hetta flytur nakað ítøkiligt, har okkara hjálparfólk verða raðfest millum tey fyrstu sum fáa løn undir útbúgving.
Upprunin til hetta málið, kemur frá Heilsuhjálparafelagnum og tískil hevur hetta málið ein serligan týdning fyri okkum.
Søgan hevur prógvað tað, tá heimahjálparar vórðu uppskúlaðir til heilsuhjálparar við løn, tá vóru fullir flokkar tvær ferðir um árið og long kø at sleppa framat. Tá var tað eisini Heilsuhjálparafelagið sum var drívmegin at fáa báðar heilsuútbúgvingarnar til Føroyar.
Heilsuhjálparafelag Føroya