
Tíðindi
Steðgur í semingsroyndunum um nýggja sáttmálan hjá heilsuhjálparunum
Steðgur í semingsroyndunum um nýggja sáttmálan hjá heilsuhjálparunum.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava avgjørt at taka ein steðg í samráðingunum, so partarnir kunnu hugsa um tingini.
Fyri viku síðan heittu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya á Semingsstovnin um at koma upp í samráðingarnar, nú partarnir ikki kunnu semjast um nýggjan sáttmála.
Terji Sigurðsson er semingsmaður, og hann sigur, at enn eru nøkur ting, sum liggja í buktini.