Tíðindi

FOA

Fundur við FOA í Keypmannahavn

Eftir at hava virkað sum forkvinna í hálvt triðja ár, er tíðin komin til at leita út um landoddarnar og fáa samstarv í lag við onnur lond. Eg fekk fund í lag við formannin fyri social og sundhed, Torben Hollmann.

Til fundin møttu Torben Hollmann og Morten Søgaard úr FOA Keypmannahavn í gjár. Eg sjálv og Ása Olsen møttu fyri Heilsuhjálparafelag Føroya.
Tað var ein góður og gevandi fundur, har tosað varð um avbjóðingar og møguligar loysnir hjá báðum feløgunum.

Vit blivu samd um týdningin av samstarvi millum londini og avgjørdu vit, at arbeiða víðari við samstarvinum frameftir og er ætlanin at leggja dent á limarøkt í hesum sambandi. Tað er av alstórum týdningi, at hava onnur fakfeløg at sparra við og at deila vitan, fyri at tryggja bestu tænastu til okkara limir.
Tosað var millum annað um trupulleikar við at fáa starvsfólk til eldarøkið. Í hesum sambandi legði Torben dent á, at arbeitt verður helst ikki í skiftivaktum og at søkt verður eftir starvsfólkum ið burturav vilja arbeiða dagvakir, kvøldvaktir og náttarvaktir. Um vit her heima nýttu sama leist, hevði tað hjálpt munandi hjá teimum ið hava smábørn og einki trygdarnet, sum ístaðin kanska enda í øðrum arbeiðum við lagaligari arbeiðstíð og harvið verður ein stórur missur fyri eldraøkið.
Álitisfólkaskipanin er ein heilt onnur enn okkara og eru álitisfólkini har ein partur av sáttmálasamráðingunum og fáa tey útbúgving í nakrar vikur. Tosað bleiv um, at okkara álitisfólk kunnu fáa møguleika at útbúgva seg hjá FOA í Keypmannahavn.
Eisini bleiv ført fram, at tá eitt hjálparfólk hevur verið í starvi í tvey ár, hevur arbeiðsgevarin skyldu til, at viðkomandi sleppur at nema sær útbúgving til heilsuhjálpara við løn. Heilsuhjálparafelag Føroya hevði tað sum eitt av valynskjunum til løgtingsvalið í ár, at skipanin bleiv broytt, til løn undir útbúgving og tað arbeiðir felagið við í løtuni.
Vit sóu nýggja snotiliga røktarheimið William, har heilsuhjálparin Tórunn, ið er ættað av Tvøroyri, vísti okkum runt.
Heimið er nýtt og hevur íbúðir, ið eru 60 til 80 fermetrar og hava íbúðirnar altan eisini. Fólk leiga seg inn og fáa boligsikring/bústaðartrygging, ið ger at tey flestu hava ráð at búgva har.
Hetta er ein lítil brellbiti frá fundinum. Meiri verður at frætta seinni.
Mary Antonsdóttir, forkv

 

 

 

 

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button