Tíðindi

Spennandi og øðrvísi tilboð til limir felagsins

Sum nakað heilt nýtt, ynskir Heilsuhjálparafelag Føroya at bjóða tveimum limum til demensdagarnar 23. – 24. mai 2020 í Keypmannahavn.

Tit ið eru áhugaði, skulu senda felagnum ein teldupost við grundgeving, hví tit ynskja at luttaka á demensdøgunum.

Treytin fyri luttøku er: at limurin arbeiðir í minsta lagi 15 tímar um vikuna í miðal um árið og hevur verið limur í minsta lagi 6 mánaðir. Øll hava møguleika at søkja, ið lúka hesar treytir, bæði tímalønt, fastlønt, hjálparfólk og heilsuhjálparar.

Felagið rindar ferðaútreiðslur, uppihald, kost og luttøkugjald.

Allir spurningar og umsóknir skulu sendast til hhff@hhff.fo.

Freistin at søkja er 15. januar í 2020 og tá verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar.

Kunningin um skránna fyri demensdagarnar, verður send tykkum, so skjótt hon er kunngjørd.

http://www.videnscenterfordemens.dk/demensdagene

Vegna nevndina
Mary Antonsdóttir, forkvinna

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button