Tíðindi

Fyrilestur við May Bjerre

Pápin hevði Alzheimer og skipanin sveik. Í dag hevur May Bjerre sítt egna demensheim.

Alzheimerfelagið hevur aðalfund og fyrilestur mikudagin tann 27. apríl kl. 18.00. í Østrøm. Tað stóra stjørnuskotið innan demens í Danmark May Bjerre kemur og hevur fyrilestur.

Skráin:

18.00. Aðalfundur.
Aðalfundur sambært skrá viðtøkum felagsins. 2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur standa fyri vali.

19.00. Maria Skaalum Petersen, granskari.
Fer at greiða frá granskingarverkætlanini innan demens, sum hon er í holt við í Føroyum.

19.05. Jonhard Larsen og Hans Jacob Hermansen, vinir og stuðlar hjá Alzheimerfelagnum.
Alzheimerfelagið á einum vegamótið – Nýhugsan – Alzheimerfelagið og framtíðin.

19.15. May Bjerre, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á demensheiminum “Dagmarsminde”.
Pápi May fekk Alzheimer. May sigur frá søguni, sum avvarðandi og hvat familjan fór ígjøgnum frá byrjan og til endan í hansara lívi. Tey føldu at skipanin sveik. May hevði ein dreym, “eitt veruligt heim fyri demensrakt, har hvør dagur er virðiligur og livandi”. Dreymurin gjørdis veruleiki og í dag stendur “Dagmarsminde” sum eitt tað besta demensheimið í Danmark.

19.55. Kaffi/the og køka
Í steðginum standa May, Alzheimerfelagið, granskarin, demenssamskiparar, Jonhard, Hans Jacob og onnur klár til eitt prát og vegleiðing.

20.15. May Bjerre heldur áfram..

Tiltakið endar kl. 21.00. og er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button