Ársaðalfundur 2016 & Nevndin skipa
Ársaðalfundurin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya var á Hotel Hafnia leygardagin 30. apríl 2016.
Skráin fyri fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Luttøkan á ársaðalfundurin var góð, 134 limir møtti til fundin, tað er væl meira enn vanligt.
Tað var ein góður og lívligur fundur, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum var gestarøðari, og Jens Marni Hansen luttók við sangi og tónleiki aftaná fundin.
Birita Sandberg Samuelsen var vald til fundarstjóra.
2 nevndarlimir stóðu fyri vali, harumframt 2 eyka nevndarlimir.
Gurli Svartá, næstforkvinna, stillaði ikki upp aftur. Gurli hevur sitið í nevndini í 12 ár.
Halla Klein, kassameistari, stillaði upp aftur. Hon hevur sitið í 2 ár í nevndini.
Tveir limir bjóðaðu seg fram sum valevni til nevndina, teir vóru:
- Mary Antonsdóttur
- Sunniva Simonsen
- Halla Klein
Hesar blivu valdar:
- Halla Klein, Argir, var afturvald
- Sunniva Simonsen, Klaksvík, er nývald í nevndina.
Eyka nevndarlimir eru:
- Svenn Martinson, Tórshavn.
- Bergitta Hansen, Vágar.
Í dag, 3. Mai 2016 hevur nevndin skipa seg soleiðis:
- Ásu Holm, forkvinna.
- Marjun Jensen, næstforkvinna.
- Halla Klein, kassameistari.
- Joan Eilin Johansdóttur, skrivari.
- Sunniva Simonsen, nevndarlimur.
Myndir frá borðhaldinum, har Jens Marni syngur, meðan bíða eftir matinum.