Tíðindi
Fyrisitingarleiðari til Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsuhjálparafelag Føroya søkir eftir fyrisitingarleiðara at seta í starv frá 1. juni 2018 ella skjótast gjørligt.
Vit bjóða:
- eitt áhugavert, sjálvstøðugt, fjølbroytt og mennandi starv
- eitt starv, ið tú sjálv/ur kanst mynda
- eitt gott og hugnaligt arbeiðsumhvørvi
- løn eftir nærri avtalu
Arbeiðið fevnir um:
- ábyrgd av dagligu fyrisiting av felagnum í tøttum samstarvi við nevndina
- ráðgeving innan sáttmálaviðurskiftir, útbúgvingarviðurskiftir og starvsfólkaviðurskiftir
- fíggjarstýring
- at virka fyri at fáa ávirkan á arbeiðsøkið hjá heilsuhjálparum
- at vera skrivari hjá formanni og nevndini annars
Vit vænta at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving og royndir
- hevur hollan kunnleika til umsitingarligt arbeiði
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
- hevur kunnleika til arbeiði innan økið hjá heilsuhjálparum
- hevur kunnleika og vitan um heilsuútbúgvingina og lógarverkið innan útbúgvingina
- dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, donskum og enskum
- hevur góð samstarvsevnir
- hevur kunnleika til føroyska samfelagsskipanina og lógarverkið
- hevur góðan telduførleika
Umsóknin skal sendast við telduposti til:
Heilsuhjálparafelag Føroya: mary@hhff.fo í seinasta lagi 27. Apríl kl. 16.00
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mary Antonsdóttir, forkvinnu á tlf. 317725 ella á tlf.210716.
Heilsuhjálparafelag Føroya