Tíðindi
Nevndin skipað
Heilsuhjálparafelag Føroya hevði sín árliga aðalfund, leygardagin 14 apríl.
Val av nevndarlimum og tiltakslimum var á skránni.
Undirtøkan var góð og møttu 202 limir til aðalfundin.
Sjey valevnir vóru til nevndarvalið og vóru Halla Klein og Sunniva Simonsen afturvaldar. Tiltakslimir eru valdir Ragnhild Rasmussen og Svenn Martinsson.
Nevndin hevur skipað seg við Mary Antonsdóttir forkvinnu, Sunniva Simonsen næstforkvinnu, nevndarlimum Hallu Klein, Fríðhild Winther og Marjun Petursdóttir Jensen.
Vegna nevndina
Mary Antonsdóttir
Myndir frá aðalfundinum