Tíðindi

Fyrr vóru vit heimahjálparar! NÚ ERU VIT HEILSUHJÁLPARAR.

Í sendingini hjá Kringvarpinum “Radarin” í dag vóru vit umtalaðar sum heimahjálparar.

Fyri 12 árum síðan var heilsuhjálpara útbúgvingin sett á stovn í Føroyum. Síðan tá hava uml. 40 heilsuhjálparar fingið prógv um árið.

Eg undrist yvir, at Kringvarpið velur at taka 2 fakbólkar inn, at tosa um eitt økið, í hesum føri, heimatænastuna,tá tað eru 3 fakbólkar sum starvast innan hetta økið.

Afturat tí kemur, at nógv tann størsti yrkisbólkurin í heimatænastuni, eru limir í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Heilsuhjálparaútbúgvingin er ein breið útbúgving.

Heilsuhjálparar veita borgarum stuðul, til røkt og dagligt virksemi, á røktarheimi, sambýli ella í egnum heimi.

Heilsuhjálparar veita hjálp til sjálvhjálp og geva heilivág, skifta stomi og taka blóðsukur, í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar,tó ójavnt frá økið til økið.

Tá tað kemur til skamta heilivág og viðgerð av sárum, kennir heilsuhjálparin sín førleika og boðar frá, til rætta viðkomandi, her hevur tvørfakliga samstarvi altíð virkar væl.

Vit vilja verða vird, fyri okkara útbúgving og vilja tí verða kallaðar fyri heilsuhjálparar.

Tórshavn, hin 9. oktobur 2013
Ása Holm, forkvinna

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button